Tá fólkatingið hevði samtykt, at samkynd skulu kunna giftast í donsku kirkjuni, spurdi Sjúrður Skaale danska sosialmálaráðharran hvønn status hesi hjúnarbond hava í Føroyum, um giftu pørini flyta higar.Karen Hækkerup, sosialmálaráðharri, hevur nú svarað.
Tá fólkatingið hevði samtykt, at samkynd skulu kunna giftast í donsku kirkjuni, spurdi Sjúrður Skaale danska sosialmálaráðharran hvønn status hesi hjúnarbond hava í Føroyum, um giftu pørini flyta higar.
Karen Hækkerup, sosialmálaráðharri, hevur nú svarað. Hon sigur, at "útgangsstøðið má vera, at tá lógin ikki er sett í verk í Føroyum, fer eitt hjúnarband sum er knýtt í Danmark millum tvey av sama kyni, ikki at verða viðurkent ella at fáa rættarvirknað í Føroyum. Hetta fer eftir míni hugsan at hava við sær, at eitt hjúnarband, sum er knýtt í Danmark millum tvey av sama kyni, í Føroyum ikki vil kunna javnsetast við eitt hjúnarband."
Hon sigur kortini, at endaliga avgerðin um hetta má takast av dómstólunum.
Spurningur og svar síggjast her: http://www.ft.dk/samling/