- Hetta er ein spennandi avbjóðing, so eg ivaðist ikki í at taka av, hóast tað bert er fyri eitt stutt tíðarskeið, sigur Henrik Old.
Fyri løtu síðani varð útskiftingin í fólkatingsmanningini hjá Javnaðarflokkinum formliga góðkend í fólkatingssalinum, og Henrik Old hevur sostatt tikið sætið fyri Sjúrð Skaale í eitt tíðarskeið.
Henrik Old hevur drúgvar royndir í føroyskum politikki sum bæði løgtings- og landsstýrismaður. Hann stillaði upp til fólkatingsvalið fyrstu ferð í 1984, men hetta er fyrstu ferð, at hann tekur sætið á Fólkatingi.
- Hetta er ein spennandi avbjóðing, so eg ivaðist ikki í at taka av, hóast tað bert er fyri eitt stutt tíðarskeið, sigur hann.
Henrik Old skal luttaka á ymsum fundum í Fólkatinginum. Millum annað hevur hann í dag luttikið á fundi við donsku fregnartænasturnar. Eisini skal hann í komandi viku umboða Javnaðarflokkin, tá ið fundir verða í Norðurlandaráðinum í Reykjavík. Harumframt skal hann hitta nýggja formannin í norska Stórtinginum, sum í sambandi við sína vitjan í Fólkatinginum vil kunna seg um ríkisfelagsskapin og arbeiðið hjá norðuratlantisku fólkatingslimunum.
Javnaðarflokkurin