Sjúrður Skaale
Lesarabræv06. juni 2012
Sjúrður Skaale

Grundlógarsøga Høgna er framvegis ósonn

Høgni Hoydal blívur við og blívur við og blívur við. Men satt verður tað ikki.

Í grein týsdagin um donsku grundlógina skrivar Høgni Hoydal m.a. soleiðis:

"Ja, bara fyri einum ári síðani var tað eitt beinleiðis krav frá donskum myndugleikum. Eitt krav, sum løgmaður og ein meiriluti á tingi stuðlaðu: Nevniliga, at um føroyska fólkið skal atkvøða um okkara egnu grundlóg, so skulu vit samstundis viðurkenna á fólkaatkvøðuni og skriva tað inn í okkara egnu grundlóg, at danska grundlógin er okkara grundlóg."

Tað er lítið konstruktivt at keglast um farin mál - men viðhvørt noyðist mann at rætta ósannindi:

Í farna valskeiði sat ein nevnd, sum skuldi gera uppskotið til føroyska stjórnarskipan klárt at leggja fyri tingið.

Fyrst var Poul Michelsen formaður, síðani Hans Pauli Strøm. Báðir vóru málsøknir, og báðir løgdu nógv fyri til tess at finna eina semju.

Øll hildu eisini, at ein semja var funnin til endans.

Men Høgni Hoydal, sum gjøgnum árini hevði lagt nógva orku í hetta, leyp frá til endans. Hann setti nøkur krøv, sum bygdu á eina so veruleikafjara hugsan um rættarstøðu Føroya og fólkaatkvøðuna í 1946, at eingin annar fekk tikið undir við honum.

Tað gjørdi, at restin av Tjóðveldinum (øll uttan ein) eisini leyp frá. Og at Tjóðveldi leyp frá gjørdi, at Fólkaflokkurin (øll uttan ein) eisini leyp frá - hóast Fólkaflokkurin hevði verið sera positivur í nevndini, og púra greitt verið saman við tí stóra meirilutanum.

Endin var, at alt datt á gólvið. Tað var einki minni enn ein skomm.

 

Ósonn søga

Sjálvandi hevur Høgni Hoydal rætt at hava ta fatan um 1946, sum hann vil. Men í staðin fyri at ásanna hvat ósemjan hevði snúð seg um, fann hann uppá eina aðra søgu: Hann segði seg vera noyddan burturúr semjuni, tí vit onnur til endans høvdu viljað broytt uppskotið sambært krøvum frá danska forsætisráðharranum.

Høgni Hoydal málaði ein mynd sum segði, at næstan øll bakkaðu fyri donskum trýsti, og bara ein stóð stinnur og vardi føroysk áhugamál: Høgni Hoydal sjálvur!

Men hetta passaði ikki. Vit høvdu í nevndini funnið eina semju, sum næstan øll kundu liva við. Vitjanin hjá Lars Løkke Rasmussen hevði ongan ávirkan á, hvat stóð í henni. Tað var ein føroysk semja millum føroysk sjónarmið. Ein felagsnevnari millum sjálvstýri og samband, sum forðaði fyri, at ein lítil meiriluti kundi seta til síðis ein stóran minniluta.

Minst fimm nevndarlimir vóru alment frammi og søgdu, at tað ikki passaði, sum Høgni segði. Men tað gjørdi ongan mun. Hann bleiv við at siga tað sama. Aftur og aftur og aftur.

Og í gjár fingu vit so somu søgu einaferð afturat.

Hon er framvegis ósonn.