Tíðindi16. marts 2012

Grein hjá Ekstra Blaðnum full í mistøkum

Seinastu tíðina hevur danska stjórnin arbeitt væl fyri Føroyar, og sum hon arbeiðir nú, er ongin ætlan at ganga ímóti stjórnini, sigur Sjúrður Skaale, sum harvið tekur frástøðu frá tí, sum hann verður endurgivin fyri at siga í grein á heimasíðuni hjá Ekstra Blaðnum.

Tað er greitt, at útsagnirnar hjá Sjúrði Skaale ikki eru einasta, sum er komið skeivt fyri í greinini hjá Ekstra Blaðnum.

Millum annað verður ført fram, at føroyska makrelkvotan hevur eitt virði upp á 12 milliardir krónur, sum sjálvandi er eitt alt ov stórt tal.