Tíðindi31. oktober 2011

Fyrispurningur um prístalsviðgerð av blokkinum

Sjúrður Skaale hevur sett danska finansministaranum, Bjarne Corydon (S), nevndarfyrispurning um prístalsviðgerð av blokkinum.

Sjúrður Skaale, formaður í Føroyanevndini á Fólkatingi, hevur sett danska finansministaranum, Bjarne Corydon (S) soljóðandi fyrispurning:

»Blokkstuðulin til Føroya hevur verið fastfrystur í krónum og oyrum síðani 2002 og verður tí ikki prístalsviðgjørdur. Ráðharrin verður biðin um at upplýsa, hvussu stóra upphædd Føroyar »missa« orsakað av fastfrystingini av blokkinum. Um blokkurin skuldi verið prístalsviðgjørdur, hvør útrokningarháttur skuldi so verið nýttur? Hvør útrokningarháttur varð nýttur áðrenn 2002?«

Spurningurin varð settur 26.10.2011, og svarfreistin er 4 vikur.