Erhvervs- og vækstministarin, Ole Sohn (SF), hevur fingið fyrispurning frá Sjúrði Skaale um fólk undir DIS-skipanini
Sjúrður Skaale, formaður í Føroyanevndini, hevur sett danska Erhvervs- og vækstministaranum, Ole Sohn, soljóðandi fyrispurning um DIS-skipanina (Dansk Internationalt Skibsregister):
»Hvussu nógvir danir eru fevndir av DIS-skipanini?
Hvørji sosial gjøld rinda fólk, ið eru undir DIS-skipanini?
Hvussu høg eru hesi gjøldini tilsamans í krónum pr persón - ella roknað sum prosentpartur av inntøkuni?
Hvørji sosial gjøld rinda fólk, ið IKKI eru undir DIS-skipanini?
Hvussu høg eru hesi gjøldini tilsamans í krónum pr persón - ella roknað sum prosentpartur av inntøkuni?«
Spurningurin varð settur 26.10.2011, og svarfreistin er fýra vikur.