Tíðindi01. maj 2012

Fyrispurningur frá Aksel V. Johannesen um systemiskt týdningarmiklar bankar

Aksel V. Johannesen hevur sett danska vinnumálaráðharranum, Ole Sohn, fyrispurning um systemisk týdningarmiklar bankar í Føroyum í sambandi við, at danski vinnumálaráðharrin hevur sett eina serfrøðinganevnd at útgreina systemiskt týdningarmiklar peningastovnar (SIFI) í Danmark. Um hesir stovnar koma í trongstøðu fær tað avgerandi týdning fyri búskapin.

Aksel V. Johannesen hevur sett danska vinnumálaráðharranum, Ole Sohn, fyrispurning um systemisk týdningarmiklar bankar í Føroyum.

 

Danski vinnumálaráðharrin hevur sett eina serfrøðinganevnd at útgreina systemiskt týdningarmiklar peningastovnar (SIFI) í Danmark. Grundgevingin er, at Danmark hevur peningastovnar, ið eru so týðandi, at tað kann hava avgerandi týdning fyri danskan búskap, um hesir koma í trongstøðu.


Fíggjarmarknaðurin er formliga danskt málsøki, og í Føroyum hevur mann havt fleiri bankakreppur seinastu áratíggjuni, ið hava havt ógvusliga ávirkan á føroyska búskapin. Tískil vil Aksel Johannesen nú hava at vita, um danski vinnumálaráðharrin ætlar at útgreina slíkar systemisk týdningarmiklar peningastovnar fyri Føroyar eisini.


"Fíggjarstovnar, ið ikki eru stórir í donskum høpi, kunnu tó vera lutfalsliga týdningarmiklir fyri føroyska búskapin. Sostatt kunnu føroyskir bankar, ið neyvan eru systemiskt týdningarmiklir í danska búskapinum, vera serliga systemiskt týdningarmiklir í Føroyum. Tískil er eisini tørvur á, at fáa útgreina systemiskt týdningarmiklar bankar í Føroyum, og á tann hátt tryggja ein sunnan og støðugan fíggjargeira í Føroyum, sum minkar um vandan fyri, at slíkir peningastovnar koma í trongstøðu", sigur Aksel.


Svar kemur væntandi frá danska vinnumálaráðharranum í komandi viku. Sí spurning og grundgeving til ráðharran niðanfyri.


Mener ministeren ikke, at der er behov for at få udpeget systemisk vigtige finansielle institutioner for andre dele af rigsfællesskabet, herunder Færøerne, da finansmarkedet formelt er dansk sagsområde?

Begrundelse:
Erhvervs- og vækstministeren har nedsat et ekspertudvalg om systemisk vigtige finansielle institutioner (SIFI) i Danmark. Årsagen er, at Danmark har kreditinstitutter, der er så centrale, at det kan få afgørende betydning for dansk økonomi, hvis de skulle blive nødlidende.
Finansmarkedet er formelt dansk sagsområde, og på Færøerne har man desværre oplevet flere bankkrak gennem de seneste årtier, der har haft kolossalt negative virkninger på den færøske økonomi. Finansielle institutioner, der ikke er store i den danske økonomi, kan dog være forholdsvis vigtige for den færøske økonomi. Således kan færøske banker, der næppe er systemvigtige i dansk sammenhæng, være særdeles systemvigtige på Færøerne. Derfor er der behov for, at man også udpeger systemvigtige finansielle institutioner for Færøerne, og på den måde forsøger at sikre en sund og stabil finansiel sektor på Færøerne, som mindsker risikoen for, at sådanne institutter bliver nødlidende.
 

Meiri fæst at vita við at venda sær til Aksel á tel. 752040.