Sjúrður Skaale
18. august 2017
Sjúrður Skaale

Fosturtøka: Vit mugu taka ábyrgd og gera okkara egnu lóg

Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, hevur latið gera eina kanning um hugburðin hjá føroyingum til fosturtøkuspurningin. – Vit hava vitað ov lítið, hvat fólk halda um hesa lóggávuna, sum vit hava havt í áratíggju. Og um, hvat fólk halda um fosturtøku sum heild. Alt ov fá hava álit á, at lóggávan verður hildin, og bróðurparturin av føroyingum vil hava eina nýggja lóg. Tí er ongin ivi um, at nú mugu vit taka ábyrgd á politiskum stigi, sigur hann.

- Vit mugu tora at hava eitt opið kjak um hetta, og til tað er neyðugt at hava eitt dygdargott grundarlag at standa á. Tí vildi eg gera kanningina, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður.

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi almannakunngerð í dag eitt rit, sum viðgerð vitanina, hugburðin og kjakið millum føroyingar um fosturtøku. Partur av ritinum er ein kanning sum m.a. vísir, at bara ein av fimm føroyingum hevur álit á, at verandi lóggáva um fosturtøku verður hildin.

- Vit hava fyrr hoyrt politikarar og onnur leggja læknar undir at ikki halda lógina. Tað er ein álvarsom ákæra, men hon rakar politiska myndugleikan aftur. Lógin er frá 1956, og gevur ikki serliga greiða vegleiðing um, hvussu læknar skulu bera seg at. Sannleikin er tíverri, at vit ikki hava havt dirvi til at gera okkara egnu lóg. Nú mugu vit tora at taka kjakið og smíða okkara egnu reglur, so læknar vita, hvat teir skulu halda seg til.

Fosturtøkuspurningurin snýr seg bæði um sosialpolitikk, familjupolitikk, religión, javnstøðu, moral, filosofi og biologi. Sambært Sjúrða Skaale er ei heldur nøkur einføld uppskrift til ein so fløktan spurning:

- Spurningurin um fosturtøku er ein tann eymasti, sum er. Eingin vil leggjast undir at vilja loyva ”barnadrápi”. Eingin vil leggjast undir at vilja ”taka rættin frá kvinnum at ráða yvir egnum kroppi”. Tí ber heldur ikki til at seta fosturtøkuspurningin upp sum ein einfaldan ja ella nei spurning. Men kanningin hjá okkum vísir í øllum førum, at føroyingar vilja hava eina nýggja lóggávu, og at alt ov nógv halda, at verandi lóggáva verður brotin. Tað mugu vit fyrihalda okkum til, sigur hann.

Sjúrður Skaale hevur sjálvur onga avgjørda meining um, hvussu ein nýggj lóggáva skuldi sæð út, men leggur dent á, at forboð fyri fosturtøku ikki er nøkur gongd leið.

- Við einum banni høvdu vit havt eina ”reina” lóggávu og reinan statistikk. Tað ljóðar gott. Og eg skilji væl tey, sum siga, at hvør einasta fosturtøka er ein sorgarleikur. Men vit mugu ikki billa okkum inn, at um vit banna fosturtøku og so er problemið loyst. Avleiðingin av tí hevði bara verið, at føroyskir læknar, myndugleikar og felagsskapir als ikki høvdu komið í samband við tær kvinnur, sum vóru komnar illa fyri. Tær høvdu jú kent svarið frammanundan - og tí í mongum førum helst farið beint til Danmarkar uttan at tosa við nakran fyrst. Tí er ikki óhugsandi, at eitt forboð hevði ført til, at reella talið av forsturtøkum hevði hækkað - hóast almenni stastikkurin hevði verið flottur, sigur Sjúrður Skaale.

Ritið hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi kann lesast online her.

Til ber at taka kanningina og bakgrundstilfarið niður her:

 

Fosturtokaiforoyum.pdf  

Úrslit (Fosturtøka).pdf