Tíðindi22. februar 2012

Fosfat verður aftur loyvt í saltfiski

Føroysk saltfiskaframleiðsla sleppur nú úr einum hafti, eftir at millum onnur Sjúrður Skaale á fundi í matvørunevndini í morgun talaðu fyri, at fosfat aftur skal kunna nýtast í saltfiskaframleiðslu.

Føroysk saltfiskaframleiðsla sleppur væntandi 1. juni úr tí hafti, sum forboðið ímóti at nýta fosfat hevur verið 

Síðani november hava føroyskir saltfiskaframleiðarar mist nógvan pening orsakað av einum ES-forboði ímóti at nýta fosfat í framleiðsluni av fiski, sum verður saltaður feskur.

Fosfatið ávirkar bæði smakkin, konsistensin og litin á fiskinum, og hevur stóran týdning fyri prísin. Tá fiskurin verður útvatnaður fer fosfatið úr aftur fiskinum, og nýtslan er tískil púra ófarlig. Hetta evnið verður eisini nýtt í aðrari matvøruframleiðslu.

Saltfiskaframleiðarar hava leingi lagt trýst á til tess at fáa ES-kommissiónina til aftur at loyva nýtsluni av hesum evninum í sambandi við saltfisk, og nú sær út til, at tað fer at eydnast.

Matvørunevndin í fólkatinginum viðgjørdi í morgun málið, og har grundgav millum onnur Sjúrður Skaale fyri, hví Danmark skal taka undir við, at fosfat verður sett á listan yvir loyvd evni. Eftir nakað av orðaskifti tók ein samd nevnd undir við hesum.

Mánadagin 27. februar kemur málið so fyri í matvørunevndini í ES. Verður undirtøkan nóg stór har, er málið loyst, og fosfat kemur á positivlistan 1. juni.  Hetta er mest sannlíkt.

Í øðrum lagi verður málið lagt fyri ES-ráðharraráðið og ES-parlamentið. Tey hava so møguleika at steðga ætlanini, men tað hendir neyvan.