Sjúrður Skaale
Lesarabræv16. november 2012
Sjúrður Skaale

Forskrúvað hugsan um sosiala ábyrgd

Føroyingar sum fara til Danmarkar fáa nú rætt til familjuveitingar. Men tað tekur onga ábyrgd frá føroyska samfelagnum.

Leygardagin kom endaliga avtalan uppá pláss sum sigur, at føroyingar sum flyta til Danmarkar fáa fullan rætt til tær familjuveitingar, ið teir mistu við eini lógarbroyting hjá undanfarnu donsku stjórn.

Aksel Johannesen setti hol á málið tá hann hevði sætið fyri meg í vár, og eg havi so tingast víðari við stjórnina um tað. Í juni varð ein fyribilsavtala gjørd við Karen Hækkerup, sosialmálaráðharra, og í sambandi við samráðingarnar um donsku fíggjarlógina setti eg sum krav, at tað kom uppá pláss. 

Fleiri hava fegnast um úrslitið - ikki minst stakir uppihaldarar, sum taka útbúgving í Danmark. Undir skipanini, sum farna danska stjórnin setti í verk, hava hesi fólk als ikki kunna farið undir lesnaðin, um tey ikki hava fingið munandi hjálp frá t.d. foreldrum. Nøkur eru eisini, sum hava ætlað at steðga við útbúgvingini, um hetta ikki bleiv broytt.

 

Okkara ábyrgd

Men kritiskar røddir hava eisini verið at hoyrt: At hesi fólk nú fáa rímilig fíggjarkor í Danmark fer at økja um fráflyting, er boðskapurin hjá fleiri á netinum.

Til hetta eru trý ting at siga:

Fyri tað fyrsta er tað siðvenja, at føroyingar og danir hava full rættindi í londunum hvør hjá øðrum. Og hví skulu vit, so leingi vit eru danskir ríkisborgarar, verða javnsett við fremmandar tilflytarar í Danmark?

Fyri tað næsta kunnu allar útbúgvingar ikki takast í Føroyum. Fleiri av teimum, sum fáa ágóðan av hesi broytingini, høvdu ikki kunnað tikið ta útbúgving tey ynskja, um lógin ikki varð broytt.

Fyri tað triðja er tað heilt skeivt at halda, at vit skulu minka um fráflyting við at dúva uppá, at føroyingar fáa trong kor í Danmark.

Tað er okkara ábyrgd at skipa so fyri, at tey, hvørs støða er trupul, fáa møguleika at klára seg í Føroyum. At halda at vit kunnu siga hesa ábyrgd frá okkum, um bara umstøðurnar eru verri í Danmark, er heilt forskrúvað. 

Sjúrður Skaale