Viðurskiftini hjá føroysku kriminalforsorgini eru ikki nøktandi, og hóast smærri ábøtur eru gjørdar í Mjørkadali, hava tær ikki gjørt avgerandi mun.
Í næstum skal ein nýggj umfatandi avtala gerast um kriminalforsorgina í øllum ríkinum, og Sjúrður Skaale og Edmund Joensen hava tryggjað sær at vera partur av allari tilgongdini, soleiðis, at føroyski parturin av kriminalforsorgini eisini verður lyftur tilsvarandi danska partinum.
Higartil hevur roynst væl. Í sambandi við fíggjarlógina 2021, og eftir áheitan frá Edmundi Joensen, vórðu 1,5 milliónir settar av til at kanna viðurskiftini hjá kriminalforsorgini í Føroyum. Kanningin er komin á mál, og hósdagin høvdu føroysku fólkatingslimirnir fesku niðurstøðurnar við á fund við danska løgmálaráðharran, Nick Hækkerup, sum hevur ábyrgd av kriminalforsorgini í øllum ríkinum.
- Tað er eingin ivi um, at stjórnin nú viðurkennir avbjóðingarnar, sum eru á økinum. Vit høvdu eitt erligt prát við ráðharran og hansara fólk, har vit løgdu fram teir trupulleikar, sum starvsfólk, fongslaði og teirra familjur hava av skipanini í løtuni. Alt var á borðinum. Nú er at fáa allar partar at sýna vilja til at finna loysnir – og at rinda fyri tær. Og tað er eingin ivi um, hvat tað besta hevði verið – nevniliga eitt nýtt fongsul, sum varð bygt til endamálið. Tað er okkara áheitan, siga føroysku fólkatingslimirnir, sum lótu væl at fundinum.
Kriminalforsorgin er undir sera stórum trýsti í øllum ríkinum, og tørvur er á nýggjari fígging til bæði bygningar og starvsfólk. Hóast vit eru misnøgd við støðuna í Føroyum, so er støðan eisini sera ring – næstan hættislig – aðrastaðni. Tí er lítil ivi um, at hóast fleiri pengar verða settir av, tá avtalan verður gjørd í heyst, so fer at verða stríð um, hvar og hvussu teir skulu brúkast.
Tí ræður um at vera við og verða konstruktivur allan vegin – bæði hjá avvarðandi føroyskum myndugleikum og umboðunum á fólkatingi.