- Man kann ikki siga við ein veteran, sum er vorðin sálarliga illa fyri av kríggi, at útlendska kona tín sleppur ikki at vera hjá tær, tí tú ikki kanst arbeiða – og tí fært eina veiting frá tí almenna. Tað er óvirðiligt, sigur Sjúrður Skaale, sum hevur sent donskum ráðharrum eina røð av spurningum um málið
Fyri føroyska Høgna Petersen hevur luttøkan í Afghanistan-krígnum sett álvarslig merki í sálina. Sum hermaður arbeiddi hann sum sweeper og var í fremstu røð, tá ið vinir og starvsfelagar vórðu dripnir ella álvarsliga løstaðir. Síðani 2010 hevur hann tí stríðst við tynglyndi og PTSD.
- Skaðar á likam og sál eru tíverri vanligar avleiðingar av kríggi. Tað vita vit. Sendir man fólk í kríggj, so má man eisini vera til reiðar at hjálpa teimum. Og man skal í øllum førum lata vera við at revsa veteranar, sum eru komnir illa fyri av krígnum, sigur Sjúrður Skaale.
I grein í danska Information greiddi Høgni Petersen í farna mánaði frá, at amerikanska kona hansara og dóttir hennara høvdu fingið noktandi svar uppá húsfólkasameining (familiesammenføring). Orsøkin var, at Høgni Petersen, sum býr í Danmark, hevði fingið eina veiting frá tí almenna. Bæði konan og dóttir hennara skulu tí av landinum, um tey ikki fáa viðhald í kæru síni.
- Eg vil ikki taka dagar ímillum, hvørt hetta generelt er skilagott, tí danir mugu sjálvir avgerða treytirnar fyri at seta búgv í Danmark. Men í hesum førinum vendir tað púra skeivt í mínari verð. Hetta er ein óvirðiligur máti at fara við einum veterani, ið er vorðin sjúkur av at gera sum hann er biðin, sigur Sjúrður Skaale.
Fólkatingslimurin hevur tí gjørt av at seta donskum ráðharrum ikki færri enn seks spurningar um málið.
- Eg vænti og vóni, at hetta antin er ein feilur í málsviðgerðini ella ein feilur í lóggávuni. Fyri fyrst havi eg tí sett nakrar spurningar um fleiri prinsipiel viðurskifti, sum tykjast ógreið. Eg vænti mær svar í næstum, og so mugu síggja um tørvur verður á øðrum átøkum. Um stjórnin vil gera broytingar skal tað so ikki vera mín atkvøða, sum restar í, sigur Sjúrður Skaale.