Fleiri bjóða seg fram at keglast um loysing og samband á Fólkatingi. Tað hevði ikki gagnað føroyingum
Fleiri leiðandi sambandsfólk hava alt valskeiðið sagt, at eg føri "tjóðveldispolitikk" á Fólkatingi. Og tí skulu sambandsfólk ikki velja Sjúrð.
Nú síggi eg at fleiri tjóðveldis- og fólkafloksfólk siga, at eg eri ein "sambandsrødd" á fólkatingi. Tey siga ikki hvat eg skal hava sagt sum ger mína rødd til eina sambandsrødd - bara at soleiðis er tað. Og tí skulu sjálvstýrisfólk heldur ikki velja Sjúrð.
Tá politisk mótstøðufólk soleiðis seta spjaldur á teg heldur enn at argumentera ímóti tær, er orsøkin ofta einføld: Tey hava eingi argument. Tey heingja spjaldrið um hálsin á tær fyri at sleppa undan at tosa um innihald.
Úrslit og loysnir
Sannleikin er, at eg hvørki havi ført sambands- ella loysingarpolitikk á Fólkatingi.
Eg havi - sum lovað fyri síðsta val - roynt at umboða ALLAR føroyingar. Eg havi havt sera gott samstarv við føroyskt vinnulív, føroyskt mentanarlív og føroyskar myndugleikar og stovnar.
Eg havi - sum lovað fyri síðsta val - ikki flaggað við tí partapolitiska, ideologiska flagginum, men eri alla tíðina farin miðvíst eftir loysnum og úrslitum.
Og eg havi - sum lovað fyri síðsta val - gjørt tað hvønn dag, fulla tíð.
Samstarv er alt
Trý og eitt hálvt ár seinni má staðfestast, at úrslitini eru mong og fjølbroytt.
Men ein politiskur flokkur ger einki einsamallur. Og so slett ikki á Fólkatingi, har tú sum føroyingur situr einsamallur í tínum "tingbólki".
Úrslitini høvdu verið fá, um ikki fólk høvdu verið sinnað at samstarva og á tann hátt brúka teir møguleikar, sum sessurin gevur. So tað vil eg fegin takka fyri.
Ideologi ella úrslit
Tað skilst at fleiri teirra, sum vilja skumpa Javnaðarflokkin úr Fólkatinginum og sjálv hava sessin, ætla at brúka hann øðrvísi.
Nú skal tað ideologiska flaggið takast fram. Nú skulu føroyingar standa á Fólkatingi og agitera fyri loysing ella sambandi. Og nú skal tann, sum fær starvið á Fólkatingi, hava fult starv í Føroyum samstundis.
Hetta kann helst gagna tí ideologiska profilinum hjá flokkunum. Men eitt er vist: Tey ítøkiligu úrslitini verða munandi færri, og føroyingar sum heild fáa munandi minni gagn av fólkatingssessinum.