Framsøgurøða hjá Sjúrði undir spurnatímanum við forsætisráðharranum 7. desember.
Nógv hava verið sera kritisk um avtaluna, sum eg og Edmund gjørdu í sambandi við donsku fíggjarlógina.
Eg haldi tað ikki vera nakað stórt vandamál, at ein áttandapartur av fíggingingini av eini høll kemur frá statinum, og kann slóða fyri, at aðrir íleggjarar koma við, so høllin verður bygd. Tvørturímóti.
Men prinsipielt skilji eg kritikkin. Og hann reisir ein grundleggjandi spurning um alla skipanina.
Tí er hon yvirhøvur demokratisk?
Er tað rætt, at føroyskir fólkatingslimir kunnu leggja trýst – fíggjarligt og politiskt trýst – á donsku stjórnina?
Er tað rætt, at fólkatingslimir, valdir í Føroym, kunnu taka ein valsigur frá meirilutanum í Danmark, og geva taparunum valdið?
Og hvussu við løgtinginum? Javnaðarflokkurin hevur greitt sagt, at vit ikki á fólkatingi vilja arbeiða ímóti einum meiriluta á løgtingi. Onkur annar flokkur hevur hinvegin boðað frá, at hann á Fólkatingi vil stuðla teirri donsku stjórn, sum gongur floksins ideologisku ynskjum á møti – hóast hetta er ímóti ynskjunum hjá einum meiriluta í Føroyum.
Er tað rætt, at føroyskir fólkatingslimir soleiðis kunnu arbeiða ímóti demokratiska meirilutanum í Føroyum?
Tað eru nakrir grundleggjandi trupulleikar við fólkatingsumboðanini. Ella tað kunnu tað ið hvussu er vera, um hon ikki verður umsitin rætt.
Tí tók eg spurningin opið upp við forsætisráðharran í spurnartímanum týsdagin.
Sí orðaskifti í videbrotinum omanfyri.