Tíðindi20. september 2012

Føroysk filmsframleiðsla fær betri karmar

Sjúrður Skaale hevur slóðað fyri samstarvi millum Dansk Filminstitut og føroyskar filmsframleiðarar. Føroyskur filmur er farin at spíra – men korini, sum føroyskir filmsskaparar virka undir, eru framvegis sera, sera trong.

Á myndini síggjast fólkatingsmaðurin og stjórin fyri danska filmsstovnin.

Sjúrður Skaale hevur slóðað fyri samstarvi millum Dansk Filminstitut og føroyskar filmsframleiðarar.

Føroyskur filmur er farin at spíra – men korini, sum føroyskir filmsskaparar virka undir, eru framvegis sera, sera trong.

Tær fáu krónur, sum verða játtaðar filmverkstovuni Klippfisk hava skapt nógv virksemi, og filmsgrunnurin, sum Norðurlandahúsið hevur stovnað, gevur møguleika fyri at fáa ein lítlan styrk – men skal nakað størri spyrjast burturúr, krevst væl meira enn so.

Mentamál eru yvirtikið málsøki, og tí hava føroyingar ikki møguleika at fáa stuðul úr donskum grunnum.

Men í Danmark er ein almennur filmsstovnur - Det Danske Filminstitut – hvørs endamál er at menna danskan film. Tað snýr seg um stuðul, ráðgeving, samskiping, og útbreiðslu av donskum filmi. Stovnurin hevur havt ein heilt avgerandi leiklut í teirri stóru menning, sum hevur verið innan danskan film farnu árini.

Dansk Filminstitut hoyrir undir danska mentamálaráðið, og Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, hevur tí tingast við danska mentamálaráðharran um møguleikan fyri, at føroyskir filmsskaparar fáa lut í virkseminum hjá stovninum.

Hetta hevur gingið væl, og í gjár var so fundur millum umboð fyri Klippfisk, stjóran á stovninum, Henrik Bo Nielsen, og Sjúrð Skaale.

Á fundinum varð avtalað, at Dansk Filminstitut tekur Føroyar við í sítt virkisøki uppá allar aðrar mátar enn tá tað snýr seg um beinleiðis peningaligan stuðul.

Tað merkir, at føroyingar verða bodnir við til tey mongu tiltøk og skeið, sum stovnurin skipar fyri, og ókeypis kunnu fáa vegleiðing og ráðgeving um allar liðir í eini filmsframleiðslu.

Harumframt er ætlanin at skipa fyri tiltøkum, har danskir og føroyskir framleiðarar kunnu hittast, geva hvør øðrum íblástur, og vónandi fara undir danskar / føroyskar samframleiðslur.

Gongst sum ætlað verður fyrsta tiltakið í Føroyum longu í vetur.