Tíðindi12. februar 2013

Føroyingar skulu venda sær til SKAT um AM-endurgjald

Føroyingar, sum av órøttum rindaðu danskt arbeiðsmarkaðargjald frá 1998 til 2011 skulu venda sær til SKAT í Danmark um endurgjald.

Nógvir føroyingar, sum frá 1998 til 2011 búðu í Føroyum men arbeiddu í Danmark, rindaðu 8 % í arbeiðsmarknaðargjaldi í Danmark. Men tað var eitt mistak. Lógin sigur, at teir IKKI skuldu rinda hetta gjald.

 

Sjúrður Skaale bað í fjør ein serfrøðing kannað málið, og tók síðani spurningin um endurgjald upp við donsku stjórnina. Eftir tað varð heitt á fólk um í fyrstu atløgu at søkja um endurgjald fyri árini 2009 og 2010. Tað hava nógv gjørt - og fingið endurgjald. Árini frammanundan eru meira trupul, tá málið er fyrnað og rætturin til endurgjald tí dottin burtur. Sjúrður Skaale helt kortini fram við málinum, tí mistakið hjá donsku skattamyndugleikunum eftir hansara tykki er so stórt, at tað eigur at viga meira enn fyrningin.

 

Av tí at danski ráðharrin á økinum bleiv skiftur í fjør, dróg málið út - men fyri jól var fundur millum Sjúrð og nýggja ráðharran, Holger K. Nielsen. Ráðharrin hevur síðani kannað málið víðari og er komin eftir, at talan ikki er um ein generelt mistak, sum SKAT hevur gjørt. Nakrir føroyingar ERU slopnir undan at rinda AM-gjald - aðrir eru ikki. Og av tí at tað ikki ber til við eini "koyring" at finna fram til tey, sum av órøttum hava rindað, heitir ráðharrin á hesi fólk um sjálv at venda sær til SKAT, greiða frá málinum og biðja um at fáa tað tikið upp hóast tað er fyrnað.

Vísast kann í hesum sambandi til lógina, sum ásetir at føroyingar ikki skulu rinda AM-gjald, eins og til brævið frá danska ráðharranum.

 

AM-bidrag L118 97-98 (2).pdf   Lógin, sum ásetir at føroyingar ikki skulu rinda AM-gjald.

Bræv frá Holger K Nielsen til Sjúrð Skaale.jpg   Bræv frá Holger K. Nielsen til Sjúrð Skaale um AM-gjald.