Føroyingar rinda av órøttum um 13,5 milliónir árliga í donskum momsi fyri stroymingartænastur. Danski skattamálaráðharrin ásannar, at hetta ikki er rætt, og vil hjálpa til við at fáa tað rætta. Ábyrgdin liggur tó í Føroyum.
Í apríl almannakunngjørdi Javnaðarflokkurin á fólkatingi eina kanning, sum vísti, at føroyingar rinda danskan moms av haldaragjøldunum fyri talgildar tænastur sum Spotify, Netflix, Viaplay og HBO, og tá ið føroyingar ogna sær appir og spøl til talgildu tólini.
Fíggjarmálaráðið og TAKS hava fingið kanningina, umframt, at vit hava eisini tikið málið upp við donsku stjórnina.
- Føroyar eru ikki partur av danska skattaøkinum, og tí eigur danskur momsur ikki at verða kravdur inn frá føroyskum brúkarum, sigur Morten Bødskov, danskur skattamálaráðharri, í einum skrivligum uppritið um málið.
Danska skattamálaráðið sigur seg ikki kunna útgreina, hvussu nógvur momsur verður kravdur inn frá føroyskum brúkarum vegna vantandi innlit,.
- Tað verður neyðugt at hava eftirlit við hvørjari einstakari fyritøku, sum veitir tænastur til føroyskar brúkarar, skulu vit fáa greiði á hesum, sigur skattamálaráðharrin.
Danska skattavaldið er farið at gera greitt í sínum kunningartilfari til útlendskar fyritøkur, at Føroyar ikki eru partur av danska moms-økinum, og tíansheldur skulu rinda danskan moms. Morten Bødskov heitir á føroyskar myndugleikar um at kunna útlendskar fyritøkur um tað sama.
Sambært kanningini hjá Javnaðarflokkinum, eru føroyingar ídnir brúkarar av talgildum tænastunum, og hava ofta fleiri tænastur í hvørjum húski. Ein varlig meting sigur, at talan er um 13,5 milliónir krónur, sum føroyski landskassin missir árið – sí kanningina hjá Javnaðarflokkinum her.
Hvørki TAKS ella Fíggjarmálaráðið høvdu tá sett tiltøk í verk fyri at forða fyri hesum. Í svari til Aksel V. Johannesen, segði Jørgen Niclasen seg tó fara at virka fyri, at pengarnir skuldu koma í landskassan í framtíðini.
Sí spurning og svar her.