Sjúrður Skaale
18. marts 2022
Sjúrður Skaale

Føroyingar í Danmark fyri órætti í sambandi við Arne-pensjón

Føroyingar í Danmark, sum hava arbeitt ein part av lívinum í Føroyum, eru ofta fyri órætti, tá teir søkja um fyritíðarpensjón sambært nýggju donsku skipanini. Tað kemur nevniliga ofta fyri, at teirra arbeiðsmarknaðarluttøka í Føroyum ikki er skrásett nakrastaðni, og tí ikki telir við í uppgerðini. Sjúrður Skaale spyr eftir einari undantaksskipan.

Eftir seinasta fólkatingsval kom ein nýggj skipan fyri fyritíðarpensjón í Danmark, tann sokallaða Arne-pensjónin. Arne-pensjónin gevur fólki, sum hava arbeitt leingi innan slítandi øki, møguleikan at fara fyrr á pensjón við høgum útgjaldi.


Men fleiri føroyingar í Danmark, sum ein part av lívinum hava verið virknir á føroyska arbeiðsmarknaðinum, venda sær til Sjúrð Skaale, tí teir ikki fáa lut í nýggju skipanini.


- Tey venda sær til mín, tí tey gjarna vilja sleppa fyrr av arbeiðsmarknaðinum, sum tey sambært nýggju lóigini hava rætt til.  Trupulleikin er, at í fleiri førum manglar dokumentatión úr Føroyum fyri teirra arbeiðslív, og tískil telja árini úr Føroyum ikki við. Summi halda seg tí eisini aftur frá at søkja, sigur Sjúrður Skaale.


Tað er Udbetaling Danmark, sum viðger umsóknir til Arne-pensjón. Er umsøkjarin 61 ár ella eldri og hevur verið meira enn 42 ár á arbeiðsmarknaðinum, hevur viðkomandi rætt til 1-3 ár á fyritíðarpensjón við høgum útgjaldi. Metingin verður gjørd við støði í skjalfestari arbeiðsmarknaðarluttøku, og tí er óvist, um ráðharrin við arbeiðsmarknaðarmálum fær gjørt nakað við hetta. Tað vónar Sjúrður Skaale kortini:


- Her er talan um fólk, sum hava eitt drúgt og stríggi arbeiðslív aftanfyri seg. Sjúkrasystrar, arbeiðsmenn og hjálparfólk. Eg vóni tí, at ministarin tekur málið upp, og eg havi eisini spurt, um tað finnast nøkur undantøk fyri danskar arbeiðsbólkar, sum ikki kunnu skjalfesta alt sítt arbeiðsskeið. Um tað vísir seg at vera soleiðis, so átti at verið møguligt við eini serskipan fyri føroyskar løntakarar.

Spurningurin kann lesast her: https://www.ft.dk/samling/20211/almdel/F%C3%86U/spm/14/2545102.pdf