Tíðindi28. juni 2012

Føroyingar fáa nú aftur rætt til fullar sosialar veitingar í Danmark

Eftir fund millum Karen Hækkerup, sosialmálaráðharra, og Sjúrð Skaale, fólkatingsmann er greitt, at føroyingar, sum farnu árini ikki hava havt rætt til eitt nú barnapengar í Danmark, nú fáa rættin aftur

Í desembur 2010 setti táverandi danska stjórnin í verk eina lóg, sum skuldi tryggja, at fólk sum fingu ávísar sosialar veitingar høvdu eitt veruligt tilknýti til Danmark.

Tey, sum ikki høvdu búð í Danmark í tvey av teimum síðstu 10 árunum, fingu nú ikki ”Børne- og ungeydelse”,  ”Børnetilskud til enlige forsørgere”, og ”Forskudsvis udbetaling af børnebidrag”.

Millum tey, sum við hesum mistu rættin til hesar sosialu veitingar, vóru føroyingar, sum fluttu til Danmarkar.

Skipanin hevur gjørt tað munandi tyngri hjá føroyskum familjum og ikki minst einligum mammum at klára seg, tá tey eru farin til Danmarkar í t.d. lestrarørindum.

Nýggja skipanin var eisini brot á vanligu mannagongdina innanfyri ríkisfelagsskapin, har føroyingar, sum flyta til Danmarkar, verða javnsettir við danir – eins og danir, sum flyta til Føroya, verða javsettir við føroyingar.

Tí tók Aksel V. Johannesen málið upp, tá hann í mai mánað røkti fólkatingssessin fyri Sjúrð Skaale.

Síðani hevur Sjúrður Skaale arbeitt víðari við tí. Samskiftið við skattamálaráðið og sosialmálaráðið endaði í morgun, 28. juni, við einum fundi millum Sjúrð Skaale og Karen Hækkerup, skattamálaráðharra.

Eftir fundin er greitt, at danska stjórnin tíðliga í heyst setir fram eitt lógaruppskot sum skal tryggja, at føroyingar ikki longur verða roknaðir sum útlendingar í hesum sambandi, men fáa fullan rætt til sosialu veitingarnar sama dag, sum teir flyta til Danmarkar. Júst sum danir, ið flyta til Føroya, hava henda rætt.

Lógaruppskotið skal viðgerðast í fólkatingsins búskaparnevnd, har umboð Javnaðarfloksins á fólkatingi eisini verður umboðað.

Væntandi kemur lógin í gildi áðrenn árið er úti.