Maikin Isholm Simonsen er ættað úr Havn. Áðrenn hon trein inn um gáttina á Christiansborg, hevur hon ferðast víða um. “Eg havi starvast í ferðavinnuni í 12 ár fyri europeiskar ferðaskrivstovur, har eg ein stóran part av tíðini hevði basu í Turkalandi. Tá eg...
Maikin Isholm Simonsen er ættað úr Havn. Áðrenn hon trein inn um gáttina á Christiansborg, hevur hon ferðast víða um.
“Eg havi starvast í ferðavinnuni í 12 ár fyri europeiskar ferðaskrivstovur, har eg ein stóran part av tíðini hevði basu í Turkalandi. Tá eg kom aftur til Danmarkar, valdi eg at lesa tænastubúskap og havi síðani tikið eina bachelor í altjóða vinnusamskifti”, sigur Maikin.
Hon metir tær altjóða royndir, hon hevur nomið sær í ferðavinnuni, vera hentar at hava í hennara núverandi starvi, har arbeiðsuppgávurnar nevniliga eisini fevna um altjóða øki.
Hóast Maikin í dag starvast sum skrivari hjá Sosialdemokratunum, setti hon sjøtul á yrkisleiðina á Borgini hjá Edmundi Joensen, har hon starvaðist í trý ár. Eftir at Sambandsflokkurin misti sessin á fólkatingsvalinum í 2015, mátti hon leita aðrar leiðir – nakað sum ikki er óvanligt, tá ein arbeiðir fyri ein politiskan flokk á Christiansborg. Talið av fólkatingslimum, ið ein flokkur fær, er nevniliga avgerðandi fyri, hvussu nógv fólk flokkarnir hava í starvi.
“Hjá Sosialdemokratunum arbeiði eg fyri fýra fólkatingslimir, og mínar uppgávur eru í høvuðsheitum fyrisitingarligar. Hetta er eitt sindur ørvísi enn at starvast fyri ein føroyskan fólkatingslim, tí tá er tað ein fólkatingslimur, sum er í fokus, og tí kemur man automatiskt inn yvir tann politiska partin eisini”, leggur Maikin at enda aftrat.