Í apríl vóru tað 20 ár síðani, at Katrina Skarðberg hevði sín fyrsta starvsdag á Christiansborg. Hon byrjaði sum vikarur í Norðurlandaráðnum, men arbeiðir í dag í Servicecentrinum, sum veitir tænastu til fólkatingslimir og onnur starvsfólk á Borgini. Ígjøgnum arbeiðsdagin møtir hon nógvum fólki, og...
Í apríl vóru tað 20 ár síðani, at Katrina Skarðberg hevði sín fyrsta starvsdag á Christiansborg. Hon byrjaði sum vikarur í Norðurlandaráðnum, men arbeiðir í dag í Servicecentrinum, sum veitir tænastu til fólkatingslimir og onnur starvsfólk á Borgini. Ígjøgnum arbeiðsdagin møtir hon nógvum fólki, og sum hon sjálv tekur til, so sleppur ongin føroyingur framvið.
“Bara tað minsta tekin uppá at viðkomandi er føroyingur, so spyrji eg - og eg havi næstan altíð rætt. Eg síggi tað sum oftast út frá navninum. Tað kann vera, at tað ikki er ein heilur ella hálvur føroyingur, men fólk, ið hava føroyskar røtur,” sigur Katrina.
Tað er ikki bara starvsfólk, hon leggur merki til. Ofta er tað eisini vitjandi á Chistiansborg, sum luttaka á ymiskum fundum og ráðstevnum.
“Av og á møti eg eisini føroyingum á gongini. Herfyri møtti eg eini barndómsvinkonu hjá mær her á Christiansborg, sum eg ikki havi sæð í nøkur ár, og tílíkt er ótrúliga stuttligt”, sigur Katrina.
Katrina trívist væl í Servicecentrinum. Hon sigur sjálv, at hon á morgni ongantíð veit, hvat arbeiðsdagurin fer at bjóða, tí talan er um eitt starv, har eingir dagar eru eins.