“Tá eg eri á Christiansborg, royni eg altíð at hyggja framvið hjá teimum føroysku fólkatingslimunum og onkuntíð eisini hjá teimum grønlendsku. Hetta geri eg fyri at vita, hvat tey takast við. Tá fái eg ofta nakrar aðrar søgur enn tær, sum eg kann leita mær fram á netinum”.
Orðini eigur eiðismaðurin, Kaj Joensen, sum starvast sum freelance tíðindamaður við skrivstovu á Christiansborg. Hann skrivar fyri føroyskar, grønlendskar og danskar miðlar, og serliga eru tað Dimmalætting og Sermitsiaq, sum hann skrivar til.
“Eg flutti niður í 2012, og tá var tað ringt at fáa nakað fast starv. Eg gjørdi av at royna meg sum freelance, og eg fekk møguleika at fáa skrivstovu á Christiansborg. Síðan havi eg bygt mær eitt netverk upp her, og tað hevur spakuliga vundið uppá seg”, sigur Kaj.
Hóast hann býr í Odense, so roynir hann at koma inn á Christiansborg tvær til tíggjar ferðir um vikuna.
Kaj metir, at tað er ein fyrimunur sum journalistur at kenna maskinrúmið á Christiansborg, og ikki minst at kenna Claus Djørup, ið hevur starvast sum freelance journalistur á Christiansborg í nógv ár.
“Claus Djørup hevur hjálp mær ótrúliga væl, og eg havi fingið nógva søgur í gjøgnum hann”, sigur Kaj.
Umframt freelancevirksemið eigur og rekur Kaj eisini tíðindaportalin, foroyar.dk.