Nú eru tað nøkur ár síðani, at Jonna Sandø Hansen seinast var í Føroyum, og tí gleðir hon seg sera nógv til, at hon í summar aftur leggur leiðin forbí klettarnar. Tað er serliga friðurin í Føroyum, sum henni dámar væl. Men tann føroyski maturin...
Nú eru tað nøkur ár síðani, at Jonna Sandø Hansen seinast var í Føroyum, og tí gleðir hon seg sera nógv til, at hon í summar aftur leggur leiðin forbí klettarnar. Tað er serliga friðurin í Føroyum, sum henni dámar væl. Men tann føroyski maturin hevur eisini eitt heilt serligt pláss, og hon minnist við gleði aftur á, hvussu hon sum barn át drýl dyppaðan í garnatálg til morgunmat.
“Eg elski føroyskan mat. Serliga grind. Kókaða, turkaða ella steikta. Óansæð hvussu hon er tilreitt, so smakkar tað heilt fantastiskt. Men í dag skal man kanska passa uppá at siga fyri fólki, at man etur grind”, sigur Jonna flennandi.
Jonna starvast sum skrivari fyri Norðurlandaráðið, og hon hevur starvast á Christiansborg síðan 1989. Hon arbeiðir við norðurlendskum viðurskiftum, og tað trívist hon væl við, tí hon hevur ein serligan áhuga fyri Norðurlondum. Hon arbeiðir millum annað við at samskipa ferðir hjá limum í Norðurlandaráðnum og er ofta sjálv partur av ferðalagnum, og viðhvørt førir hennara starv hana eisini til Føroyar.
Jonna er uppvaksin í Danmark, men av tí at mamman er ættað av Sandi hevur Jonna altíð havt eitt serligt tilknýti við Føroyar.
“Mítt samband til Føroyar var serliga tætt, tá eg var barn, og eg var nógvar summarfrítíðir á Sandi”, sigur Jonna.