Útlendingaøkið hevur leingi ligið á donskum hondum, hóast tað er stórur munur á útlendingaøkjunum í Føroyum og Danmark. Eitt nú er útlendingalógin í Føroyum frá 2001 ikki hin sama sum útlendingalógin í Danmark. Í Danmark hava nógvar broytingar verið á útlendingaøkinum síðan 2001, sum ikki eru framdar í Føroyum. Hóast Útlendingastovan hevur vegleitt og viðgjørt mál um eitt nú arbeiðisloyvir og familjusamanføring, eru tað danskir myndugleikar, sum hava havt avgerðarrættin í hesum málum.
Ymiskir trupulleikar kunnu standast av hesum, og hetta sóu vit dømi um í fjør, tá katólski presturin mátti flyta úr Føroyum orsakað av strangu treytunum í sokallaðu ”forkynderloven”. Forkynderloven er galdandi í Danmark, men er ikki sett í gildi í Føroyum. Sjúrður Skaale spurdi Útlendinga- og Integratiónsmálaráðharran um hetta í oktober 2023, og í svarinunum kallaði ráðharrin tað eina misskiljing, at ”forkynderloven” hevði nakra ávirkan á føroysk mál. Nakrar mánaðir seinni viðgekk Útlendinga- og Integratiónsmálaráðið tó, at Udlændingestyrelsen hevði fylgt mannagongdum uttan heimild seinastu 20 árini. Tað merkir, at føroysk útlendingamál hava verið viðgjørd út frá eini serliga strangari praksis, hóast heimildin til hetta einans er at finna í danskari lóg og ikki føroyskari.
Frá 1. september 2024 er tað Útlendingastovan, sum tekur avgerðir í útlendingamálum. Tað er gleðiligt, at avgerðarmyndugleikin verður fluttur á føroyskar hendur, av tí at føroyskir myndugleikar eru best skikkaðir at viðgera og avgerða føroysk mál. Soleiðis ber eisini til at tryggja, at føroysk útlendingamál verða viðgjørd eftir føroyskum reglum.
Vit gleðast um hetta framstigið, og bæði í Føroyum og á fólkatingi heldur arbeiðið at betra um viðurskiftini hjá útlendingum í Føroyum fram. Eitt umráðandi øki er ríkisborgararættur. Ríkisborgararætturin kann ikki yvirtakast, og føroyskir myndugleikar umsita og vegleiða tí ikki um hetta økið, sum tó hevur stóra ávirkan á borgarar í Føroyum. Í apríl 2024 spurdi Sjúrður Skaale Útlendinga- og Integratiónsmálaráðharran um møguleikarnar fyri at skipa eina føroyska vegleiðing um ríkisborgararætt. Ráðharrin tóktist sinnaður til hetta, og vit fylgja málinum. Tað er umráandi at útlendingar í Føroyum kunnu fáa vegleðing um ríkisborgararætt, og at tað verður tikið hædd fyri føroyskum viðurskiftum, hóast ríkisborgararætturin er danskt málsøki.
Frágreiðingin ”Rætt til Ríkisborgararætt” sum Javnaðarflokkurin á fólkatingi gjørdi í mars 2024 kann lesast her:
Rætt til ríkisborgararætt.pdf (jaf.fo)
Spurningarnir frá Sjúrði Skaale til Útlendinga- og Integratiónsmálaráðharran kunnu lesast her: