Í morgin kl. 19:30 verður fyrilestur á Østrøm, har týski serfrøðingurin Christian Rebhan fer at tosa um Føroyar og ES.
Í morgin kl. 19:30 verður fyrilestur á Østrøm, har týski serfrøðingurin Christian Rebhan fer at tosa um Føroyar og ES.
Fyri meira enn 40 árum síðani søgdu Føroyar nei til EF-limaskap.
Síðani eru limalondini farin frá 6 til 28. Trý norðurlond eru fullir limir og tvey eru partur av ES-marknaðinum. Men Føroyar standa framvegis heilt uttanfyri. Meira og meira einsamallar; meira og meira avbyrgdar.
Hví eru vit ikki við? Og hvør er prísurin fyri at standa uttanfyri?
Hvørjar møguleikar høvdu vit havt innanfyri ES? Og hvussu hevði limaskapur ávirkað føroyska fiskivinnu?
At standa heilt uttanfyri ES – er tað framvegis ein gongd leið fyri Føroyar í 21. øld?
Hesar spurningar fer Christian Rebhan at viðgera í fyrilestrinum á Østrøm í Havn í morgin 17. februar klokkan 19:30.
Christian Rebhan er týskur samfelagsfrøðingur. Hann vardi í heyst eina doktararitgerð um Føroyar og ES við Háskóla Íslands og Humboldt Universiteti í Berlin.
Tað er Javnaðarflokkurin á Fólkatingi, ið hevur boðið honum til Føroya.
Fyrilesturin verður í Østrøm á Skálatrøð í Havn týsdagin 17. februar kl. 19:30. Hann verður á enskum.Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.
Javnaðarflokkurin á Fólkatingi