- Føroyingar hava eina ábyrgd at fyrireika okkum soleiðis, at føroysk áhugamál verða framd í øllum fiskivinnuavtalum, og at fiskiskapurin framhaldandi verður burðardyggur, sigur Sjúrður Skaale eftir fundin við Brexit-samráðingarleiðaran hjá ES
Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, var í farnu viku saman við Fólkatingsins Brexit-fylgibólki í Brússel, har hann hitti samráðingarleiðaran Michel Barnier frá ES kommissiónini og Guy Verhofstadt, samráðingarleiðara fyri Evropaparlamentið. Endamálið við ferðini var at fáa kunning um samráðingarnar, áðrenn bretar seta artikul 50 í verk.
Avleiðingarnar av Brexit eru sjálvandi nógvar og umfatandi - ikki minst fyri bretar sjálvar. Í fyrstu atløgu er tó ringt at meta um allar avleiðingarnar fyri ES sjálvt, havandi í huga at ES er eitt sera djúpt institutionaliserað samstarv, sum er ringt at broyta og skilja sundur. Metingin var tí, at vit ikki skulu vænta nakrar kollveltandi broytingar komandi tíðina, og brexit-samráðingarnar millum ES og Stórabretland verða eisini avgerandi fyri, hvørja støðu Stórabretland fær aftaná.
- Burturúr Brexit standast fleiri spurningar um, hvussu viðurskifti millum ES og Stórabretland framyvir vera. Skillnaðurin ber við sær óvissur um, hvussu handilin millum ES marknaðin og Stórabretland skal skipast, hvussu rættarliga samstarvið um Europol skal halda fram, og hvørji tiltøk mugu til at tryggja borgarum í ES og Bretlandi rættin at framhaldandi búgva og arbeiða í økjunum hvør hjá øðrum, sigur Sjúrður Skaale.
Enska stjórnin hevur sligið fast, at tað verður ikki eftir norskari ella aðrari verandi fyrimynd, at samstarvið við ES skal skipast. Tvørturímóti er ynskið at skipa samstarvið út frá egnum viðurskiftum og áhugamálum. Theresa May hevur tó gjørt greitt, at talan ikki verður um eitt ”hálvt-inni/hálvt-úti” modell, og at talan ikki er um nakað Brexit, um bretar framhaldandi verða partur av innara marknaðinum. Bretar miðja tí eftir einari ambitiøsari fríhandilsavtalu, sum í størstan mun gevur atgond til - men ikki limaskap í - innara marknaðin.
Fyri Føroyar og Danmark er spurningurin um fiskiskap og kvotubýti avgerandi, og fyri bretar verða samráðingar við Norra, Ísland og Føroyar millum tær týdningarmestu. Uttan avtalur um kvotubýti og samstarv við ES og strandalond er vandin stórur fyri ovfisking, og at veiðan harvið gerst óburðardygg.
- Tá so stórar óvissur fyri okkara høvuðsvinnu valda er avgerandi, at vit eru við í tilgongdini, so vit eru kunnað, fyrireikað og kunnu ávirka. Eitt av høvðusmálunum fyri Føroyar eru samráðingar um býti av felags fiskastovnum. Her hava føroyingar eina ábyrgd at fyrireika okkum soleiðis, at føroysk áhugamál verða framd í øllum fiskivinnuavtalum, og at fiskiskapurin framhaldandi verður burðardyggur. Tað er í síðsta enda gott fyri bæði bretar og føroyingar, sigur Sjúrður Skaale.