Sjúrður Skaale
12. december 2014
Sjúrður Skaale

FarGen krevur nærlagni og varsemi

Svar uppá ivamál og nøkur uppskot í sambandi við, at FarGen kann fara í gongd í 2015

Sjúrður Skaale

Mikudagin gjørdi eg avtalu við donsku stjórnina um, at hon leggur 10 milliónir í FarGen verkætlanina.

Tey flestu sum eg havi hoyrt frá fegnast um hetta, men onnur eru ivasom og nøkur kritisk.

Tað er heilt nátturligt, og eg skal tí royna at svara kritikkinum.

Ein spyr um tað er rætt, at "ein fólkatingsmaður í sjálvdrátti og uttan um Løgtingið virkar fyri danskari fígging til eina almenna, føroyska verkætlan". 

Svarið er nei. Tað hevði ikki verið rætt.

Men eg havi hvørki arbeitt í sjálvdrátti ella uttan  um Løgtingið.

 

Løgtingsins greiða JA

Løgtingið hevur fleiri ferðir - bæði í 2011, 2012, 2013 og 2014 - játtað pengar til hesa verkætlan, og harvið givið henni sín prinsipiella stuðul.

Tvær altjóða ráðstevnur hava verið í Føroyum um verkætlanina, har eisini landsstýrið hevur givið henni politiskan stuðul.

Eg haldi vit kunnu siga, at hesin politiski stuðul hevur bygt á trinni viðurskifti:

Fyri tað fyrsta teir stóru og heilt serligu møguleikar vit hava fyri at seta Føroyar í fremstu røð innan ílegugransking, draga stórar íløgur til landið, og skapa nýggj arbeiðspláss.

Fyri tað annað ein ásannan av, at um vit ikki skapa føroyskar karmar á økinum við føroyskari lóggávu og føroyskari fakligari leiðslu, so er vandi fyri, at virðismikla føroyska íløgutilfarið verður "stolið". Hetta hendi t.d. í 2002 og 2003, tá danska fyritøkan Novo Nordisk var í Føroyum, tappaði blóð frá diabetes-sjúklingum, og fór avstað við tí - uttan at nakað sum helst lá eftir í Føroyum.

Og síðst, men ikki minst: Tað orðaskifti vit hava havt um serliga teir etisku ivaspurningarnar hevur ført til eina lóggávu, ið full undirtøka er fyri á tingi, og sum veitir maksimala trygd móti misnýtslu. FarGen liggur nú undir einum almennum føroyskum myndugeika - Ílegusavninum - eins og føroyskur granskari hevur fakligu ábyrgdina.

Nøkur ivamál stungu seg upp, tá nøkur embætisfólk á Heilsumálaráðnum í januar skrivaðu eitt upprit, har mælt varð frá at halda fram við ætlanini, sum hon lá.

Hetta upprit var bæði sunt og neyðugt. Skal ein so stór verkætlan sum FarGen eydnast væl, SKAL hon hava kontant og kritiskt mótspæl á øllum økjum. Tí hevur landsstýrismaðurin eisini gjørt sína politisku skyldu, tá hann stundum hevur sett kritiskar spurningar. Tað er bara soleiðis, at sleppast kann undan mistøkum. 

Uppritið gjørdi, at løgtingsjáttanin í 2014 ikki varð "aktiverað". Men síðani er partur av kritikkinum tikin til eftirtektar, og tá Løgtingið í november í ár aftur samtykti at játtað 400.000 kr. til at halda lív í verkætlanini, var tað ein greið støðutakan frá okkara hægsta myndugleika um, at arbeiðið skal halda fram.

 

Útlendskir pengar

Ein partur av endamáli Løgtingsins við at halda fram at játta pengar til FarGen, er at stuðla royndunum at fáa útlendskar íløgur til arbeiðið.

Í september í ár søkti Ílegusavnið stóra granskingargrunnin í ES, Horizon 2020, um stuðul til FarGen. Harumframt hava umboð fyri FarGen havt samband við fleiri aðrar møguligar íleggjarar. Hesar royndirnar at fáa fígging eru altso framdar frá almennari síðu - við politiskum vælsignilsi.

Eg havi sjálvur leingi kannað møguleikan fyri at brúka mína støðu í royndunum at fáa fígging. Men eg ansi í mínum starvi eftir aldrin at gera ímóti almenna viljanum í Føroyum, og tí legði eg hesar royndir til viks, tá frámæli úr Heilsumálaráðnum bleiv kunngjørt í januar.

Men tá hægsti myndugleiki landsins, Løgtingið, so í november - eftir at ávísar justeringar vóru gjørdar - aftur játtaði pening til FarGen, tók eg arbeiðið uppaftur.

Tað gjørdi eg á tann hátt, at eg fyrst tók spurningin upp í mínum egna flokki. Síðani tosaði við formannin í Løgtingsins Fíggjarnevnd, sum hevði lagt uppskotið um játtanina fram. Eftir tað tosaði eg við leiðsluna á Ílegusavninum, fakligu leiðsluna av FarGen, leiðsluna á Landssjúkrahúsinum, eins og eg var á fundi við leiðsluna í Heilsumálaráðnum. Hetta var fundur, sum tey sjálv kallaðu inn til. (Sigast skal, at vit á hesum fundi eisini tosaðu um fígging til annað enn FarGen, men hana eydnaðist mær ikki at fáa, tíverri).

Eg skal ikki siga hvat øll søgdu - men samlaða niðurstøðan var púra greið: Eg hevði breiðan stuðul til at fara undir royndirnar at finna fígging til FarGen.

Av tí at samráðingar um donsku fíggjarlógina vóru fyri júst tá, royndi eg tann møguleikan. Og ein gjøllig lýsing av tí, sum nevnt er omanfyri endaði við, at stjórnin játtaði at leggja navn og pening til.

Hetta fegnist eg um. Tí vandi var fyri, at verkætlanin steðgaði, um hon ikki fekk eina veruliga innspræning nú. Og vónin er, at bláa stemplið frá bæði Løgtingi og Fólkatingi nú kunnu gera, at FarGen kann draga heilt stórar íløgur til landið.

At fáa íløgur til FarGen hevur altso verið bæði Løgtingins og Ílegusavnsins púra greiði vilji. Og at talan í hesum føri er um almenna danska íløgu ger hana ikki øðrvísi, enn um hon hevði verið frá Horizon 2020 ella øðrum. Tað, sum eg havi gjørt, er sostatt ikki at fara uttan um Løgtingið - tað er hinvegin, í samstarvi við onnur, at fremja Løgtingsins vilja, og fáa fremmandan kapital til FarGen.

Dialogur og upplýsing 
At arbeiðið nú kann byrja, eigur ikki á nakran hátt steðga almennu og politisku viðgerðini av hesum stóra máli. Tvørturímóti! Hetta er ein almenn verkætlan, og tí hava Løgting og Landsstýri sjálvsagt bæði rætt og skyldu til áhaldandi at viðgera málið kritiskt.

Hesar 10 milliónirnar røkka bara til fyrsta part av eini veldugari verkætlan, sum ógvuliga nógv skulu vera við í. Tí skal farast varliga fram. Øll ivamál mugu greiðast. Øll skulu kenna seg trygg.

Eg havi einki við hvørki fakligu ella politisku leiðsluna at gera, men loyvi mær kortini at skjóta hetta upp:

1) Ílegusavnið og fakliga leiðslan av FarGen rudda øll ivamál av vegnum, og vísa á, um neyðugt er við tillagingum í lógarverkinum.

2) Ílegusavnið og FarGen skipa fyri almennari kunning um verkætlanina. 

3) Løgtingið hevur orðaskifti um FarGen, sum jú - serliga um Horizon 2020 eisini játtar sín stuðul! - verður so umfatandi, at hon má hava púra trygt og ivaleyst politiskt kjølfesti