Sum part av avtalu, sum Sjúrður Skaale í dag hevur gjørt við stjórnina, fær FarGen 10 milliónir á donsku fíggjarlógini. Verkætlanin liggur kortini 100% undir føroyskum myndugleikum eins og fakliga leiðslan er føroysk
Javnaðarflokkurin á Fólkatingi
Í november samtykti Løgtingið eina eykajáttan á 400.000 krónur til FarGen-verkætlanina. Við hesum gav ovasti myndugleiki landsins samtykki til, at haldast skal fram við hesi royndini at seta Føroyar allar fremst innan gransking í ílegum.
Men hóast politiska signalið var greitt, vantaði játtanin til sjálvt arbeiðið. Tær 400.000 røkka ikki til stórt meira enn framhaldandi at røkja sambandið við teir altjóða partar, ið hava sýnt verkætlanini áhuga.
Við teirri játtan, sum nú kemur á donsku fíggjarlógina, kann veruliga arbeiðið byrja. Játtaðar verða átta milliónir í 2015 og tvær milliónir í 2016.
Sjúrður Skaale sigur í hesum sambandi:
”FarGen er ein verkætlan, sum ber í sær stórar møguleikar. Hon kann draga bæði íløgur og fólk til Føroya, og lyfta Føroyar upp í allar fremstu røð á hesum øki. Tað hava verið ivamál um karmarnar, og etisku atlitini hava kravt djúptøkna viðgerð. Men vit hava nú greiða lóggávu á økinum, verkætlanin skal samskipast av ílegusavninum, og hon skal vera undir dyggari, royndari og føroyskari fakligari leiðslu.
Tá alt hetta var greitt, og Løgtingið hevði givið sína tilsøgn, fór Javnaðarflokkurin á Fólkatingi – í samstarvi og samráð við allar viðkomandi føroyskar partar – av álvara undir royndirnar at fáa fígging til fyrsta partin.
Hetta hevur verið ein long telving, men tryggu, føroysku lógarkarmarnir og fakliga leiðslan øðrumegin og altjóða áhugin hinumegin gjørdu, at danska stjórnin at enda vildi leggja navn og pening til.
Tær 10 milliónirnar merkja ikki bara, at farast nú kann undir ítøkiliga arbeiðið. Tað liggur eisini ein viðurkenning í tí, at bæði føroyskir og danskir myndugleikar hava játtað pening til verkætlanina. Henda viðurkenning er eitt sera gott kort hjá teimum, sum nú skulu royna at draga enn fleiri føroyskar og útlendskar íløgur til FarGen.
Vónin er, at hetta ikki bara kann vera við til at basa sjúkum, men eisini skapa inntøkur og arbeiðspláss í Føroyum.”
...
Stjórnin fer nú at greina allar løgfrøðiligar og tekniskar spurningar um hvussu avtalan skal fremjast í verki.