Grein21. marts 2012

Fakta um sanktiónsmálið

Í tíðindaflutninginum um ætlanirnar hjá ES at sanktionera Føroyar, kemur alt ikki altíð rætt fram. Fleiri útflytarar eru ørkymlaðir, og eg skal tí stutt greiða frá málinum og okkara støðutakan

ES-KOMMISSIÓNIN er ovasta leiðslan í ES. Hon minnir um landsstýrið í Føroyum. Kommissiónin legði í desember fram eitt uppskot um eina heimildarlóg, sum skal geva ES heimild til at sanktionera onnur lond - hetta verður ofta kallað "sanktións-instrumentið".

Hetta er ein generel heimild til at seta sanktiónir í verk móti londum, sum ikki fiska burðardygt. Men beinleiðis orsøkin til, at uppskotið varð sett fram, er makrelfiskiskapurin hjá Føroyum og Íslandi. Tað eru hesi lond, ætlanin er at brúka instrumentið ímóti.

Uppskotið frá kommissiónini gav bert ES heimild at sanktionera alt tað, sum hevur við tann fiskiskapin at gera, sum ikki er burðardyggur. Altso í hesum føri makrelfiskiskapin.

 

Parlamentið vil herða

ES-PARLAMENTIÐ svarar til okkara løgting. Tá Kommissiónin hevði lagt uppskotið fram, fór tað til viðgerðar í fiskivinnunevndini í ES-Parlamentinum - júst sum uppskot frá Jacob Vestergaard fara til viðgerðar í Løgtingsins fiskivinnunevnd.

Eftir viðgerð í ES-parlamentinum er greitt, at tey vilja víðka heimildirnar soleiðis, at ES eisini skal kunna boykotta annan fisk úr Føroyum enn makrelin.

Í ES er ein annar stovnur, sum kallast EUROPEISKA RÁÐIÐ. Har sita leiðararnir úr teimum ymisku londunum. Har skal uppskotið eisini viðgerðast - og har eru tíverri eisini kreftir, sum vilja hava heimildirnar víðkaðar til eisini at fevna um annan fisk.

Áðrenn uppskotið kann setast í verk, skulu PARLAMENTIÐ og EUROPEISKA RÁÐIР   vera samd.

Tí skulu samráðingar verða millum ymisku ES-stovnarnar fyrst.

 

Ítøkiligar sanktiónir

Tá ein semja er funnin, hevur ES heimildirnar at sanktionera Føroyar. Vit vita ikki enn hvussu víðar heimildirnar verða - men tað er eingin ivi um, um at heimildarlógin verður samtykt í onkrum líki.

Øll hendan prosessin KANN forcerast, og tað skilst, at fleiri lond vilja hava tað at ganga skjótt. Kortini er neyvan sannlíkt, at heimildarlógin verður klár fyrr enn í heyst. Men tað kann verða fyrr.

Næsta stig er so at seta í verk ítøkiligar sanktiónir við støðið í heimildarlógini.

Men eitt slíkt stig fer eisini at krevja eina mannagongd. - M.a. skal tað landið, sum skal sanktionerast, hava møguleika at leggja fram síni sjónarmið.

Tí er neyvan sannlíkt, at nakað hendir fyrr enn næsta ár. Men sum sagt: Tað kann verða fyrr.

 

Uppgávan

Takið nú er at fáa heimildarlógina so tronga sum gjørligt. Tað er trupult, tí fleiri lond - bæði í ES-parlamentinum og Europeiska Ráðnum - vilja hava lógina víðkaða, so allur føroyskur fiska-útflutningur kann rakast.

Eftir fundir eru eg og Aksel Johannesen samdir við donsku stjórnina um, at frægasti mátin at avmarka lógina er at krevja, at alt, sum verður gjørt, skal vera LÓGLIGT og PROPORTIONALT.

At tað skal vera lógligt merkir, at tær reglur, sum ES sjálvt hevur bundið seg til gjøgnum altjóða handilsfelagsskapin WTO, skulu haldast. Eydnast at fáa ta regluna knæsetta, er ið hvussu er lítil ivi um, at ES ikki kann boykotta annan føroyskan útflutning enn makrelin. Møguliga fer eisini at bera til at avmarka uppskotið í mun til tað, sum Kommissionin hevur skotið upp.

At tað skal vera proportionalt merkir, at tað má vera rímiligt lutfall millum tað revsing, sum ES setur í verk, og tað "brotsgerð", sum er framd.

Og tað er eingin ivi um, at tað, sum partar av ES ætla, als ikki er proportionalt. Ætlanin er jú at seta so strong tiltøk í verk, at ein sera stórur partur av okkara útflutningi hevði steðgað. Slíkt tiltøk verða sett í verk ímóti londum, sum t.d. hótta sínar grannar við atomkríggi. At nýta slíka framferð móti einum landi sum (eftir ES'sa tykki) fiskar ov nógvan makrel, er óhoyrt.

 

Hví stuðla?  

Tað verður spurt hví Javnaðarflokkurin á fólkatingi ikki krevur av donsku stjórnini, at hon boðar frá, at hon er ímóti uppskotinum.

Tað kundu vit gjørt. Og mong høvdu helst hildið tað verið ein sigur fyri Javnaðarflokkin. Men hevði Danmark gjørt tað, hevði allur vøllurin verið latin yvir til tey londini, sum vilja hava harðar sanktiónir móti Føroyum.

Tá er betur, at Danmark situr við borðið, førir okkara sjónarmið fram - og roynir at ávirka málið positiva vegin. Vit hava góðan dialog við bæði stjórnina og ES-parlamentarikarar um hetta.

Hvussu tað fer at eydnast, veit eingin. Men tað ræður um at royna at ávirka, meðan tað ber til.

Endaliga støðu tekur danska stjórnin ikki, fyrr enn úrslitið av samráðingunum fyriliggur. Og tá ger Javnaðarflokkurin eisini støðuna upp.

Sum støðan er nú, er einki at taka støðu til. Hevði stjórnin sagt nei nú, hevði hon tí í veruleikanum bara sagt nei til møguleikan fyri at ávirka - og tað hevði helst havt við sær eitt verri úrslit fyri Føroyar.