Tíðindi12. september 2012

ES-tingið samtykt sanktiónsinstrumentið

Løgfrøðiliga amboðið, sum yvirskipað heimilar tiltøkum ímóti Føroyum í makrelstríðnum, er nú samtykt í ES-tinginum.

Løgfrøðiliga amboðið, sum yvirskipað heimilar tiltøkum ímóti Føroyum í makrelstríðnum, er nú samtykt í ES-tinginum.

Talan gjørdist um upprunaliga uppskotið frá komissiónini við smávegis broytingum um tiltøk ímóti londum, ið ikki fiska burðardygt. Tað hevur við sær, at amboðið kann nýtast til boykott av umrødda fiskaslagnum og virksemi í hesum sambandi, men ikki í samband við aðra vinnu.

Stórur dentur er harafturat lagdur á, at tiltøkini eru proportional.

Tað er tó ikki heilt endaligt enn, tí tað skal fyrst endaliga góðtakast av Evropeiska ráðnum. Hetta verður væntandi áðrenn 1. oktober.

Her er orðaskiftið í ES-tinginum í gjár:

http://www.europarl.europa.eu/ep-live/en/plenary/video?debate=1347382807051