Føroyar stríðast við nógvum marknaforðingum við okkara grannalond og innan ríkisfelagsskapin – og hetta ávirkar bæði vinnulív og einstaklingar. Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður Javnaðarfloksins, fegnast um at partur av formansskapsprogramminum hjá Danmark í Norðurlanda Ráðharraráðnum nú eisini kemur Føroyum til góðar. Tað hevur stóran týdning fyri føroyska samfelagið, at vit arbeiða miðvíst fyri at basa marknaforðingum á so nógvum økjum sum gjørligt.
Seinastu árini hevur Norðurlandaráðið arbeitt nógv við at beina burtur marknaforðingar millum norðurlond. Og eftir eitt einmælt fólkating fyrr í ár samtykti uppskot frá føroysku og donsku fólkatingslimunum, so eru lunnar eisini settir undir at beina burtur marknaforðingar innan ríkisfelagsskapin. Danmark hevur formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum í 2015, og á fundi í síðstu viku greiddi danski samstarvsráðharrin í Norðurlandaráðnum fyri fólkatingsins sendinevnd í Norðurlandaráðnum - sum Sjúrður Skaale eisini er partur av - at arbeitt verður við at seta størri fokus á norðuratlantiskar marknaforðingar í danska formansskapsprogramminum – t.v.s. forðingar millum Grønland og Føroyar og hini norðurlondini. Her meinar hann ikki við marknaforðingar innan ríkisfelagsskapin, tí hetta er arbeiði er í gongd, men tað eru serliga marknaforðingar millum Grønland og Føroyar og hini norðurlondini, sum hevur tørv á meiri fokus.
Ofta er ikki pláss fyri øllum vinklunum í norðurlendska kjakinum, tí meginparturin av orkuni fer til marknaforðingar millum hini norðurlondini. Hetta skal betrast í 2015, tí vil danski samstarvsráðharrin í norðurlandamálum, arbeiða fyri at Hallo Norden, ið er ein upplýsingarstovnur undir Norðurlanda Ráharraráðnum, skal verða ein týdningarmikil partur av arbeiðinum at kortleggja marknaforðingarnar fyri Føroyar og Grønland við hini norðurlond - og hvussu tær kunnu beinast burtur. Hetta er sjálvandi eitt arbeiði, ið verður gjørt í tættum samstarvi við føroyskar og grønlendskar myndugleikar.
Danmark tekur við formansskapinum í Norðurlanda Ráðharraráðnum 1. januar 2015.