Einar rúmligar Føroyar draga fólk at sær. Nýggj kanning hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi vísir, at ung lesandi í nógv størri mun enn áður vilja flyta aftur til Føroya. Og fleiri teirra vísa á, at Føroyar eru vorðnar meira rúmligar seinnu árini, og at umstøðurnar hjá lesandi eru batnaðar. Er hetta partur av orsøkini? Les meira í ritinum "Eitt stað uttan familju er bara eitt stað", sum kom út í mai í 2019.
Hvat halda lesandi og nýútbúgvin um Føroyar?
Fyri fáum árum síðani var føroyska samfelagið hótt. Fólk fluttu burtur og drógu onnur við sær. Og fá fluttu heimaftur.
Spurdi tú lesandi uttanlands fyri 10 árum síðani, hvat tey hildu um Føroyar, so fekst tú eitt annað svar enn í dag.
Tí gongdin er vend, og lesandi velja í størri mun Føroyar til enn áður.
Men hvør er orsøkin til góðu gongdina? Og hvønn týdning hava familja, vinir, føroyaumhvørvið og bústaðarviðurskifti? Fer góða gongdin at halda fram? Og hvat manglar?
Nýggja kanningin Eitt stað uttan familju er bara eitt stað vísir greitt, at hugburðurin millum ung lesandi í Danmark er broyttur seinastu árini.
Kanningin kann lesast online her.
Eisini ber til at taka hana niður undir "Útgávur".