Einaferð skuldi Kaj Leo “vita og ikki gita”. Í dag vil hann ikki vita – fyri at sleppa at gita.Magni Laksafoss og Kaj Leo Johannesen halda seg hava gjørt eitt ordiligt scoop.
Magni Laksafoss og Kaj Leo Johannesen halda seg hava gjørt eitt ordiligt scoop. Teir hava verið til eina hoyring um Arktis í fólkatinginum hósdagin – og eg var ikki til staðar. Og uttan at spyrja hví so mundi vera, gera teir tað niðurstøðu, at eg ikki “hirdi” at møta. At eg vísti “líkasælu” og “vantandi virðing fyri politiska arbeiðinum”. Og fyri ordiliga at mjólka tey síðstu politisku poengini úr sakini, siga teir eisini, at eg ikki havi “skilt álvaran í málinum” og ikki skilt hvør mín politiska uppgáva er.
Vissi nú teir báðir høvdu “hirt” at spurt meg hví eg ikki var har, høvdu teir fingið eina góða frágreiðing. Tað vistu teir áðrenn teir løgdu eftir mær – tí teir vita, at eg røki mítt starv til lítar. At eg geri mína skyldu og væl tað. Og at eg – tá tað kemur til møguleikar Føroya í Arktis – havi gjørt og geri alt sum eg kann.
Men Magni og Kaj Leo vildu ikki vita. Teir valdu heldur at gita – tí so var jú frítt slag.
Veteranar
Sakin er, at Javnaðarflokkurin bara hevur eitt umboð á fólkatingi. Men málini eru nógv. Og tá eg ikki kann vera á fleiri støðum samstundis, noyðist eg viðhvørt at velja.
Millum tað, eg havi arbeitt við á Fólkatingi, eru viðurskiftini hjá føroyskum krígsveteranum. Hetta arbeiði førdi í vikuni til, at fýra umboð fyri tey, sum arbeiða við tilboðum til danskar veteranar, vóru í Føroyum.
Endamálið er, at tilboðini til føroyskar veteranar skulu gerast fleiri og betri.
Hetta fór fram á Hotel Hafnia í Havn mikudagin og hósdagin – altso samstundis sum hoyringin um Arktis var á Christiansborg. Ein av luttakarunum tók hjáløgdu myndina, sum sýnir fólkatingsmannin leggja fram fyri veteranunum. Hon er tikin samstundis sum tiltakið var á Christiansborg.
Men eg mátti altso velja – og valdi at stuðla upp undir gongdina at vinna føroyskum veteranum betur rættindi.
Tað angri eg ikki, tí konkret úrslit fara spyrjast burtur úr hesum – til gagns fyri veteranarnar og teirra familjur og avvarðandi.
Arbeiðið at vinna Føroyum og føroyskum vinnulívi møguleikar í Arktis, verður sanniliga ikki lagt til viks fyri tað. Tí var eg eisini longu í august á fundi við verjumálaráðharran um tað, sum bleiv umrøtt á tiltakinum á Christiansborg. Eg havi tosað við landsstýrið um hetta – og síðani lagt føroyskum sjónarmiðini fram á røttum stað.
Annars vóru ikki færri tvey av mínum starvsfólkum við tiltakið hósdagin.
Men alt hetta hevur neyvan tann stóra áhugan hjá Kaj Leo og Magna...