Fyri fyrstu ferð hava føroyskir fólkatingslimir samráðst saman um donsku fíggjarlógina, og úrslitið er, at 35 mió. eru settar av til tríggjar verkætlanir.
Stór mál skuldu takast upp við fíggjarmálaráðharran í ár, og tískil gjørdu føroysku fólkatingslimirnir av at fara til samráðingarnar í felag.
Felagssamráðingarnar við Nicolai Wammen, fíggjarmálaráðharra, hava gingið væl, og úrslitið er, at 30 milliónir krónur nú eru settar av til stórhøllina, Føroya Arena, tríggjar milliónir til nýtt samtak millum ung í ríkisfelagsskapinum og tvær milliónir í eykajáttan til sjósavn og mentanarhúsið í Miðvági.
Føroya Arena
Størsti parturin, 30 milliónir krónur, er oyramerktur til nýggju stórhøllina við Stórutjørn í Hoyvík, Føroya Arena, ið skal hýsa mongum ymiskum ítróttargreinum, landsdystum, altjóða kappingum, mentanartiltøkum og stórfundum, tá hon stendur liðug. Harumframt er ætlanin, at høllin skal hýsa einum fólkaheilsudepli og verða miðdepil fyri landstilbúgvingini, skuldi ein størri vanlukka hent í Føroyum.
Høllin væntast at kunna hýsa 2.700 áskoðarum til eitt nú hondbóltsdystir, meðan upp móti 4.600 gestir kunnu vitja konserttiltøk. Við staðsetingini mitt í landinum hevur meginparturin av føroyingum góðar atkomumøguleikar til høllina.
Hetta er fyrstu ferð, at føroyskir fólkatingslimir samstarva um slíkar samráðingar, og Edmund Joensen og Sjúrður Skaale eru væl nøgdir við úrslitið.
- Vit hava í langa tíð samstarvað við tey, sum hava arbeitt fyri stórhøllini eins og við Tórshavnar Býráð. Og tað stóð okkum greitt, at skuldi eitt munagott úrslit fáast, máttu vit standa saman um hetta. Vit fegnast sjálvandi um, at tað eydnaðist so væl, siga teir báðir fólkatingslimirnir.
Peningurin er játtaður fyri árini 2022-25, og er treytaður av, at restin av fíggjartørvinum fæst gjøgnum aðrar almennar ella privatar íleggjarar, har Tórshavnar Býráð longu hevur átikið sær ein stóran part av fíggingini. Eydnast ikki at fáa restina av fíggingini upp á pláss, fella tær 30 milliónirnar aftur til statin. Men ein orsøk til, at fólkatingsmenninir hava roynt at fingið statin til at gerast partur av verkætlanini er júst, at tað skal slóða fyri, at aðrir íleggjarar – føroyskir og útlendskir – eisini koma við.
Ungdomssamtak tvørturum landamørkini í Føroyum, Grønlandi og Danmark
Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin á fólkatingi hava, saman við grønlendska IA og danska felagsskapinum DUF (Dansk Ungdoms Fællesråd) eisini gjørt avtalu um tríggjar milliónir krónur til eina nýggja verkætlan, ið kallast “Ungefællesskaber på tværs af Færøerne, Grønland og Danmark”. Peningurin fer í eina pulju, har ung í felagsskapum ella skúlaflokkum millum annað kunnu søkja stuðul frá fyri at vitja londini í ríkisfelagsskapinum og harvið fáa sær størri vitan um hvønn annan.
Hetta er ein verkætlan, sum Edmund Joensen hevur arbeitt við í longri tíð og lagt sera stóra orku í, men undir samráðingunum stóðu báðir fólkatingslimirnir saman um ynskið um játtan til verkætlanina.
Sjósavn og mentanarhús í Miðvági
Í fjør gjørdi Sjúrður Skaale avtalu um seks milliónir krónur til nýtt sjósavn og mentanarhús í Miðvági, sum skal lýsa okkara søgu sum eitt siglandi fólk, men eisini nýtast til mentanarlig tiltøk av ymiskum slag. Orsakað av óvæntaðum trupulleikum og kostnaðarhækkingum var hetta ov lítið. Tí settu Edmund Joensen og Sjúrður Skaale í ár saman fram ynskið um tær tvær milliónirnar, sum restaðu í til at kunna gera verkætlanina til veruleika. Tað eydnaðist.
Føroysku fólkatingslimirnir eru sum heild væl nøgdir við úrslitið av samstarvinum og teimum felags samráðingunum, sum hava verið við donsku stjórnina.