Aksel V. Johannesen setti í síðsta mánaði fyrispurning til danska vinnumálaráðharran, Ole Sohn, um serfrøðinganevndin, ið skal útgreina systemiskt týdningarmiklar peningastovnar í Danmark, eisini fór at viðgera slíkar stovnar í Føroyum.
Aksel V. Johannesen setti í síðsta mánaði fyrispurning til danska vinnumálaráðharran, Ole Sohn, um serfrøðinganevndin, ið skal útgreina systemiskt týdningarmiklar peningastovnar í Danmark, eisini fór at viðgera slíkar stovnar í Føroyum.
Danski vinnumálaráðharrin setti fyrr í ár eina serfrøðinganevnd at útgreina systemiskt týdningarmiklar peningastovnar (SIFI) í Danmark. Grundgevingin er, at Danmark hevur peningastovnar, ið eru so týðandi, at tað kann hava avgerandi týdning fyri danskan búskap, um hesir koma í trongstøðu. Fíggjarmarknaðurin er formliga danskt málsøki, og í Føroyum hava bankakreppur seinastu áratíggju haft ógvusliga ávirkan á føroyska búskapin. Fíggjarstovnar, ið ikki eru stórir í donskum høpi, kunnu tó vera lutfalsliga týdningarmiklir fyri føroyska búskapin. Sostatt kunnu føroyskir bankar, ið neyvan eru systemiskt týdningarmiklir fyri danska búskapin, vera rættiliga systemiskt týdningarmiklir í Føroyum. Tískil vildi Aksel Johannesen hava greiði á, um danski vinnumálaráðharrin hevði tikið hædd fyri føroyskum viðurskiftum í arbeiðnum hjá hesi serfrøðinganevnd.
Ole Sohn hevur nú boðað Aksel Johannesen frá, at serfrøðinganevndin eisini hevur fingið uppgávuna at hyggja eftir systemiskt týdningarmiklum peningastovnum í Føroyum og Grønlandi. Hann hevur tískil sett seg í samband við fíggjarmálaráðið við atliti at fáa ein fund í lag um málið, ið væntandi verður áðrenn summarfrítíðina.
"Tað er sera týdningarmikið, at serfrøðinganevndin eisini útgreinar systemisk týdningarmiklar peningastovnar í Føroyum. Á hendan hátt verður minkað um vandan fyri fleiri stórum bankaskrædlum, og tað verður lættari at tryggja ein sunnan og støðugan fíggjargeira", sigur Aksel.
Javnaðarflokkurin á Fólkatingi fer at fylgja málinum og gera sítt til, at føroyskir peningastovnar verða útgreinaðir, so teir framyvir eisini vera tryggari.