Sjúrður Skaale
Lesarabræv01. juni 2012
Sjúrður Skaale

Deprimerandi sannleiksorð frá Odd Bjellvåg

Í gjár fluttu vit okkum eitt stig frá lógarstýri til persónsstýri

Odd Bjellvåg: Sum politikari SKALT tú duga at býta samfelagvirði út frá einum subjektivum grundarlag. Mynd: Eik

Í áhugaverdari samrøðu í Dimmalætting fríggjadagin sigur Odd Bjellvåg, at fleiri flokkar bóðu hann stilla upp til seinasta val.

Hann segði nei við hesi grundgeving: "Soleiðis sum politikkur til tíðir verður rikin í Føroyum, skalt tú vera klárur til at vera sosialt og samfelagsliga óreiðiligur, uttan, at talan er um lógarbrot. Tú skalt duga at býta samfelagsvirðini út frá einum subjektivum grundarlag, sum gagnar fáum og hevur stórt virðistap fyri samfelagið við sær".

Tá eg las tað stúrsaði eg eitt sindur við. Helt tað vera ómetaliga deprimerandi, at ein gløggur og vælútbúgvin maður hevur hesa fatan um okkara politisku skipan - og harvið okkara samfelag.

Eitt rættarsamfelag merkir eitt samfelag, sum verður stýrt sambært lógum - og ikki sambært persónligum hugsanum hjá valdsharrum.

At virðini verða býtt eftir objektivum - og ikki subjektivum - treytum, er jú sjálvt grundarlagið undir øllum vælvirkandi, liberalum, fólkaræðisligum londum.

Og hvussu kann Odd Bjellvåg siga, at ein politikari í Føroyum SKAL duga at býta samfelagsvirðini út frá einum subjektivum grundarlag? Ber ikki til ið hvussu er at virka fyri tí øvuta?

Sjálvandi ber tað til. At sær komnir politikarar royna altíð at flyta síni lond frá persónsstýri til lógarstýri.

Men í gjár gjørdi løgtingið ta øvuta. Eitt uppskot var um at býta ið hvussu er ein part av makrelkvotuni sambært objektivum kriterium - nevniliga á uppboðssølu.

Í staðin valdi løgtingið, at eisini hesin parturin skal býtast út sambært persónligu sannføringini hjá nøkrum fáum politikarum.

Vit skulu í hesum føri ikki stýra sambært lógum, men sambært tí, sum nakrir fáir persónar halda vera rætt.

Landsins lóg er tann subjektiva hugsanin hjá hesum persónum.

Undir eini slíkari skipan eru orðini hjá Odd jú púra sonn, tíverri: Sum politikari SKALT tú duga at býta samfelagvirði út frá einum subjektivum grundarlag.

Tað hevur løgtingið sjálvt gjørt av.