Er tað í lagi, at føroyski fíggjarmálaráðharrin ikki verður kunnaður um støðuna í føroyskum bankum, fyrr enn ein banki hevur fíggjarligar trupulleikar?
Tann spurningin hevur Sjúrður Skaale - eftir samskifti við Fíggjarmálaráðið - tikið upp í fyrispurningi til danska vinnumálaráðharran.
Svarið er ein endurtøka av donsku støðuni: Hetta er danskt málsøkið og Fíggjareftirlitið hevur stranga tagnarskyldu - men føroyski fíggjarmálaráðharrin kann kortini fáa upplýsingar at nýta til kreppustýring.
Sum nakað óvanligt hevur ráðharrin í svarinum eisini eina viðmerking til eitt mál, sum hevur samband við spurningin, men sum tað ikki beinleiðis verður spurt um: Hann nevnir uppskotið hjá Kristinu Háfoss um Váðaráð og sigur, at tað ikki verður mett at vera í samsvari við ábyrgdarbýtið millum Danmark og Føroyar.