Tíðindi16. april 2012

Danska stjórnin stuðlar ikki makrel-tiltøkum og fer møguliga at føra sak móti ES vegna Føroyar

Danska stjórnin hevur gjørt av, at hon ikki stuðlar makrel-tiltøkum ímóti Føroyum, og hon fer møguliga eisini at føra sak móti ES vegna Føroyar

Tilgongdin at gera uppskotið um heimildarlóg, sum skal loyva ES at seta í verk tiltøk móti londum sum ikki fiska burðardygt, er nú komin væl áleiðis.

Fiskivinnunevndin í ES-tinginum fer væntandi at viðtaka sítt álit um uppskotið týsdagin 24. apríl, og álitið verður so sett undir atkvøðugreiðslu í ES-tinginum í juli.

Væntandi er, at ES-tingið fer at krevja, at uppskotið verður víðkað í mun til tað sum fyriliggur, soleiðis at tað eisini gevur ES loyvi til at seta bann móti innflutningi úr Føroyum av øðrum fiskasløgum enn makreli.

Tá ES-tingið hevur gjørt sína støðu upp, skal ein semja finnast millum ES-tingið og Ráðharraráðið. Tað er í Ráðharraráðnum, at stjórnirnar í ES eru umboðaðar.

Málið er sostatt ikki liðugt viðgjørt, og tað er ikki greitt, hvussu endaliga uppskotið fer at ljóða.

--

Javnaðarflokkurin hevur, bæði fyri og eftir fólkatingsvalið, gjørt greitt, at hann sum stuðulsflokkur hjá donsku stjórnini ikki kann góðtaka, at Danmark kritikkleyst fylgir restini av ES í hesum máli.

Tingingarnar um hetta hava verið truplar - bæði tí at Danmark, sum ES-formansland, er undir trýsti frá restini av ES, og tí at danski makrelídnaðurin krevur, at Danmark skal fara í part við teimum, sum vilja hava hørð tiltøk sett í verk móti Føroyum.

Javnaðarflokkurin hevur á Fólkatingið tikið fram spurningin um, hvørt uppskotið til heimildarlóg er í samvari við altjóða viðtøkur. Danska stjórnin er síðani farin víðari við hesum til løgfrøðiligu tænastuna hjá Ráðharraráðnum.

Niðurstøðan er, at uppskotið í sjálvum sær ikki er brot á altjóða lóg. Hinvegin má í hvørjum einstøkum føri metast um, hvørt ítøkilig uppskot um tiltøk eru í samsvari við altjóða lóg. Tað veldst um hvat tiltøkini bera við sær, og hvørjar grundgevingarnar eru.

Fríggjadagin 20. apríl kemur málið fyri í Europanevndini í fólkatinginum, og í tí sambandi hevur danska stjórnin fyribils tikið hesa yvirskipaðu støðu til málið, sum tað nú fyriliggur:

1. Tá heimildarlógin, sum skal loyva tiltøkum, kemur til atkvøðugreiðslu í Ráðharraráðnum, skal Danmark, sum er formansland, atkvøða blankt.

2. Í sambandi við atkvøðugreiðsluna skal stjórnin koma við eini serligari fráboðan, har dentur verður lagdur á serligu viðurskiftini millum Danmark og  Føroyar

3. Stjórnin skal gera greitt, at Danmark, vegna Føroyar, kann fara at føra eina rættarsak í altjóða handilsfelagsskapinum WTO móti ES.

4. Danmark skal leggja dent á at tryggja, at um ítøkilig tiltøk skulu setast í verk, skulu grundgevingarnar fyri hesum haldast væl og virðiliga. Um neyðugt skulu grundgevingarnar roynast við ES-dómstólin.

Danmark kann ikki einsamalt steðga ES í at seta í verk tiltøk móti Føroyum. Men at formanslandið í ES ikki atkvøður fyri einum uppskoti, sum tað annars er breið semja um í ES, er eitt týdningarmikið politiskt signal.

Føroyar hava ikki sjálvstøðugan limaskap í WTO, og tí kann tað eisini gerast av stórum týdningi, at Danmark  - sum sjálvt er partur av ES - vegna Føroyar vil føra eina møguliga sak móti ES í WTO-høpi.

At Danmark vil leggja stóran dent á at møgilig ítøkilig tiltøk eru lóglig - og eisini er til reiðar at leggja ætlanir um eitt møguligt tiltak móti Føroyum fyri ES-dómstólin - kann tryggja, at tær víðgongdu kreftirnar innan ES ikki fáa sín vilja.

Makrelstríðið er dømi um, at tað at Danmark er ES-limur meðan Føroyar standa uttanfyri, kann skapa trupulleikar fyri ríkisfelagsskapin. Tað dylist ikki, at Føroyar og Danmark í hesum føri eru í hvør sínum parti.

Tí er Javnaðarflokkurin væl nøgdur við ta støðu, sum danska stjórnin fyribils hevur tikið til málið sum tað stendur.

--

Meira ber til at lesa um málið í skjølunum til fundin í Fólkatingsins Europanevnd fríggjadagin. Sí her: 

http://www.ft.dk/samling/20111/raadsmoede/534746/bilag/1/1102851.pdf