Sjúrður Skaale
21. september 2016
Sjúrður Skaale

Dansk statskassin fær ágóðan, tá føroyingar keypa talgildar tænastur

Føroyingar keypa alsamt fleiri talgildar nettænastur til stroyming av tónleiki og filmum, so sum Netflix, Spotify, Viaplay o.l.. Meirvirðisgjaldið av hesum tænastum fer tó ikki í føroyska landskassan, men í danska statskassan.

Orsøkin til hetta er, at 1. januar 2015 komu nýggjar ásetingar um meirvirðisgjald á talgildum tænastum í gildi í ES, sum inniber, at meirvirðisgjald verður roknað eftir brúkaralandinum. Men av tí at Føroyar ikki eru limir í ES, eru Føroyar ikki partur av hesum samstarvi.

 

Talan er um pening, ið eigur at koma føroyska landskassanum til góðar, tí hevur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri javnaðarflokkin, sett danska skattamálaráðharranum, Karsten Lauritzen, fyrispurning um hvussu stóra upphædd talan er um.

 

Spurningurin er soljóðandi:

Ministeren bedes oplyse det samlede provenu af moms på salg af elektroniske ydelser m.v. (elektroniske ydelser, radio- og tv-spredningstjenester og teleydelser) til forbrugere på Færøerne. Provenuet ønskes angivet dels samlet, dels specificeret på de enkelte ydelser.

 

Danski skattamálaráðharrin hevur 4 vikur at svara føroyska fólkatingsmanninum.