Tíðindi25. november 2011

Danmark umboðar føroysk og grønlendsk sjónarmið í hvalaveiðuspurningum

Í dag hava tveir spurningar um hvaleiveiðu verið fyri í Europanevndini í Fólkatinginum, har danska stjórnin skuldi hava mandat frá fólkatinginum til sína støðu.

Í dag hava tveir spurningar um hvaleiveiðu verið fyri í Europanevndini í Fólkatinginum, har danska stjórnin skuldi hava mandat fráfólkatinginum til sína støðu.

Annar var eitt uppskot frá fleiri ES-londum um, at ES skal hava eina felags støðu í hvalaveiðuspurningum. Hevði hetta verið viðtikið, er greitt, at sokallað "umhvørvisatlit" høvdu vigað munandi tyngri enn tey atlit, sum grønlendingar og føroyingar halda eiga at viga tyngst - fyrst og fremst at tað skal vera loyvi at veiða hval so leingi tað verður gjørt á burðardyggan og humaniteran hátt.

Hin spurningin var eitt uppskot um, at smáir hvalir - herundir grindahvalir - skulu koma undir umsitingina hjá altjóða hvalaveiðunevndinia, IWC. Hetta hevði munandi skert rættindi føroyinga til grindadráp munandi. Í báðum førum vóru greiðu boðini frá fólkatinginum til stjórnina, at hon skal atkvøða nei.

 

Orsaka av ódnini í Føroyum fekk Sjúrður Skaale ikki verið við á fundinum í dag, men hann sendi eini skrivlig boð sum vóru tikin við í viðgerðina.

 

Viðgerðin í Europanevndini sæst her:

http://www.ft.dk/webtv/video/20111/euu/8.aspx

Viðgerðin av málinum um hvalaveiðu byrjar á 12:41:00 og endar á 13:18:43

--

Skrivið frá Sjúrði Skaale til Europanevndina er her:

Vedr. morgendagens møde i Europaudvalget

Først vil jeg sige tak for, at Færøudvalget er budt med til mødet. Men som nogen måske har hørt er der orkan på Færøerne i dag og i morgen, og jeg kan derfor ikke selv møde op.

Jeg vil derfor – både som færøsk MF’er og som formand for Færøudvalget - på denne måde gøre opmærksom på Færøernes holdning til sagen om hvalfangst:

 

Det har helt afgørende betydning for Færøerne, at Danmark holder fast ved sin nuværende position. Dvs at Danmark:

1) stemmer IMOD at EU's ministre fastlægger en fælles EU holdning til de næste fem møder i Den Internationale Hvalfangstkommission

2) Stemmer IMOD at de små hvaler (herunder grundehvaler) kommer ind under IWC kompetence.

Jeg vil ikke komme med lange begrundelser for dette synspunkt – de er til fulde belyst i den korrespondance som har været om sagen, og som har medført, at Danmark har taget sit nuværende fornuftige position.

 

Mvh

Sjúrður Skaale