Tíðindi12. juni 2012

Danir eiga ikki at ganga solo i hvalaspurningum

Tað er sera óheppið, at danir ikki samstarva við føroyingar og grønlendingar, tá tað snýr seg um prinsipiellar hvalaveiðuspurningar. Teir áttu at hildið seg til góða samstarvið, sum hevur verið um konkretar spurningar. Hetta førdi Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, fram í samráði í morgun um støðutakanina hjá danska ríkinum til komandi fundin hjá Altjóða Hvalaveiðinevndini, IWC.

Tað er sera óheppið, at danir ikki samstarva við føroyingar og grønlendingar, tá tað snýr seg um prinsipiellar hvalaveiðuspurningar. Teir áttu at hildið seg til góða samstarvið, sum hevur verið um konkretar spurningar. Hetta førdi Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, fram í samráði í morgun um støðutakanina hjá danska ríkinum til komandi fundin hjá Altjóða Hvalaveiðinevndini, IWC. Støðan hjá fólkatingsliminum er í tráð við politikkin hjá landsstýrinum.

Samráð var í morgun á Fólkatingi um støðutakanina hjá Danmark til komandi fundin í Altjóða Hvalaveiðinevndini, IWC.

Danmark ætlar at atkvøða fyri at gera eitt øki í Suðuratlantshavi til eitt sokallað hvalareservat. Hetta ynskið er í besta føri óneyðugt, tí vinnulig hvalaveiða er longu ólóglig í økinum orsakað av vísindaligum tilmælum. Tí er í hesum føri talan um ideologi og prinsippir, heldur enn ein avgerð við vísindaligum grundarlag, sum Hvalaveiðunevndin annars leggur stóran dent á.

Tað kann í ringasta føri hava við sær, at tað kann gerast vanligt at friða øki uttan vísindaligt grundarlag.

Hetta hevur landsstýrið gjørt Villy Søvndal, uttanríkisráðharra, varugan við, og Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, tekur undir landsstýrinum. Føroyski fólkatingslimurin førdi í morgun fram, at tað er óheppið, at danir als ikki hava tikið føroyingar og grønlendingar við upp á ráð í hesum málinum.

- Vit hava havt eitt gott samstarv millum londini, tá tað snýr seg um konkretar spurningar, har Føroyar og Grønland hava havt ávís áhugamál. Skiftandi danskar stjórnir hava tikið støðuna hjá føroyingum og grønlendingum til sín, hóast tær hava gingið ímóti viljanum hjá einum stórum parti av danska fólkinum. Men nú hava vit eitt ideologiskt og prinsipielt mál, har danir fara burtur frá góða samstarvinum, sigur Sjúrður Skaale.

Í 2008 var hetta málið um at friða økið í Suðuratlantshavi seinast uppi og vendi. Tá varð málið ikki samtykt, men danir gjørdu tað sama, sum teir ætla at gera hesaferð, og atkvøddu fyri einum hugsjónarligum banni av hvalaveiðu í hesum øki.

Hesa ferð greiða danir tó frá, at teir bert vilja gera friðingar, um londini í umrøddu økjunum sjálvi taka undir við at friða.

- Hetta vísir bara, at danir ikki leggja í serstøðuna hjá Føroyum og Grønlandi, tá tað snýr seg um ideologisk mál, sum londini, ið eru hart ímóti allari hvalaveiðu, leggja fram, sigur Sjúrður Skaale.

Til samráðið í morgun førdi Sjúrður Skaale somuleiðis fram, at hann er ímóti uppskotinum, at áhugafelagsskapir skulu fáa talurætt í Altjóða Hvalaveiðunevndini. Hetta hevur Danmark eina lunkaða og ógreiða støðu til.

- Tað kann hava við sær, at stóru ósemjurnar í nevndini gerast enn verri, og úrslitið kann verða, at felagsskapurin dettur sundur, sigur Sjúrður Skaale.