Tíðindi21. april 2016

Dagbók frá borgini: Bartal Súsonnuson Hansen

Seinastu tvær vikurnar hevur Bartal Súsonnuson Hansen verið í starvsvenjing á borgini. Her kanst tú lesa hansara dagbók um tíðina.

Dagur 1:

Eg møtti á Christiansborg kl. 9:45.
Fyrsta dagin skuldu vit á introskeið á borgini, fyri at læra alt eitt sindur betri at kenna. Tríggir praktikantar og eg skuldu á hetta introkeiðið.
Skeiðið byrjaði við, at vit fingu rundsýning á Borgini. Her fingu vit nógv at vita, og høvið til at síggja ymisk spennandi ting. Aftaná hetta høvdu tvey, ið arbeiddu í umsitingini hjá Fólkatinginum, eitt upplegg hvør, har tey greiddu frá um politisku flokkarnar í Danmark, hvørja uppgávur tey høvdu og hvussu vit skuldu føra sømiligan atburð á Borgini o.s.fr.
 
Dagur 2:
Eg møtti kl. 10 á Borgini. Hetta var samstundis fyrsti dagur hjá mær í starvsvenjing hjá Sjúrði Skaale og Javnaðarflokkinum.
Fyrsta uppgávan, ið eg fekk, var at lesa eitt sindur um Arktis, tí seinni á degnum skuldi eg til ein fund við Sjúrði og restina av Arktiska arbeiðsbólkinum, har Sjúrður er formaður.
Áðrenn fundurin byrjaði, fekk eg til uppgávu, at taka nakrar myndir, tá ið Sjúrður hevði rundsýning fyri einum donskum 6. flokki. Tey fingu eisini høvið, at seta nakrar spurningar til Sjúrð.
Fundurin í Artiska arbeiðsbólkinum var sera áhugaverdur. Í bólkinum eru umboð úr øllum Fólkatinginum.
 
Dagur 3:
Í dag hevur meginparturin av degnum hjá mær verður brúktur til ein spyrjitíma í Fólkatingssalinum, har teir ymisku limirnir í Fólkatinginum fingu møguleikan at spyrja ráðharrarnar í Danmark nakrar spurningar.
Áðrenn spyrjitímin byrjaði, fekk eg allar spurningarnar, so eg kundi lesa teir í gjøgnum, og fyrireika meg uppá teir. Spyrjitímin vardi í 2 tímar, og millum annað vórðu spurningar um varandi marknakontrol, og ymisk skúlamál, settir.
Eg havi eisini hjálpt eitt sindur til at gera nakrar filmar, ið tey sum arbeiða her, gera í samstarvi við Fróðskaparsetrið, ið snýr seg um útbúgvingar í Føroyum.
 
Dagur 4:
Dagurin í dag hevur mest verður brúktur uppá, at fyrireika meg til eina hoyring, ið verður um fyribyrging av radikalisering, serliga í muslimskum umhvørvum, sum verður mikudag í næst viku. Í hesum sambandinum fekk eg til uppgávu at finna ymiskt fyrifallandi um fólkini, ið skuldu halda upplegg.
Harumframt havi eg sett spurningarnir, ið Sjúrður hevur sett til ráðharrarnar í Danmark, inn í eitt Exel-ark. Umframt tað, var eg í fólkatingssalinum, har ymisk mál vórðu viðgjørd. Eitt teirra var, at 17 ára gomul børn skulu hava loyvi at koyra bil, um onkur vaksin situr við teirra lið.
 
Dagur 5:
Dagurin byrjaði við, at eg gjørdi tað, sum eg ikki bleiv liðugur við í gjár, liðugt, og eftir tað fór eg í salin, at lurta eftir orðaskiftinum eina løtu.
Dagur 6:
Av tí, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi skuldu á Norðurlandaráðstevnu í Norra, fekk eg frí í dag. Hendan dagin tók eg mær av løttum inni í Keypmannahavn, og millum annað vitjaði tað danska National Museum.
 
Dagur 7:
Í dag havi eg arbeitt við ymiskum uppgávum, ið eg havi fingið.
Ein stórur partur av degnum varð brúktur í Fólkatingssalinum, har eitt sera áhugavert mál var á skránni. Tað var um hvørt Danmark skuldi við fleiri hernaðarligum ískoytið, fyri at vinna á ISIL. Orðaskiftíð var gott og sera leingi. Eftir orðaskiftið var av, varð málið samtykt.
 
Dagur 8:
Í dag havi eg verið til hoyringina um fyribyrging av radikalisering, ið DF skipaði fyri.
Hoyringin var í 3 tímar, og var sera spennandi og lærurík.
 
Dagur 9:
Vegna Dýri biðidagur er í morgin, er hetta samstundis síðsti dagur í starvsvenjing hjá mær.
Í dag havi eg lagt síðstu hond á dagbókina hjá mær, og tikið ymiskar myndir runt á Borgini.