Sjúrður Skaale
13. april 2015
Sjúrður Skaale

Boksihandskar til Thorning

Danski forsætisráðharrin hevur nú verið formaður í Javnaðarflokkinum í 10 ár. Hvat mann annars heldur um hana, so kemst ikki uttan um eitt: Hon hevur klárað at staðið uppi í 10 ár, hóast \"sakirnar\" hava verið nógvar, og hóast kritikkurin hevur heglað niður yvir hana hvønn einasta dag alla hesa tíðina. Morgun, dag og kvøld.

Og nú sær enntá út til at at hon kann vinna valið, hóast eingin fyri kortum helt hana hava nakran kjans. 
Hinvegin: Løkke Rasmussen er eisini "a comeback kid" - so valstríðið, sum nú er byrjað, verður spennandi. 

Uttan mun til hvør vinnur, fara vit - um vit vinna okkara sess aftur - at royna at fáa konstruktivt samstarv við komandi donsku stjórnina. Tí okkara endamál við fólkatingssessinum er ikki partapolitisk markering - tað er at fáa ítøkilig úrslit, til gagns fyri Føroyar. 

Í dag er móttøka í sambandi við 10 ára-dagin hjá Thorning. Frá okkum fær hon einar boksihandskar, og hesa heilsan: 

Kære Helle 
Nogle kampe vinder man ikke ved at være den, der slår hårdest eller er mest aggressiv. Nogle kampe vinder man ved at være den, der holder længst ud. 

Men før eller siden skal knock-outen sættes ind. 

Den tid er kommet. Der er slået i gong-gongen for sidste omgang. 

God kamp - og tillykke med de ti år. 

Sjúrður Skaale 
Javnaðarflokkurin