Sjúrður Skaale
Lesarabræv07. september 2011
Sjúrður Skaale

At verða óheftur á fólkatingi ber ikki til

Ein politikari er valdur til at velja. Tann, sum ætlar sær á fólkating at vera "óheftur", átti ikki at stilla upp

Nakrir flokkar siga nú, at teir ætla at vera ein "óheft rødd" á fólkatingi.

Tað ber ikki til.

Tann, sum er limur í einum parlamenti, kann ikki vera óheftur. Um tú atkvøður ja ella nei ella blankt, so telur tín atkvøða við. Ein politikari má velja hvønn einasta dag. Tað er tað, hann er valdur til.

Nakrir flokkar siga eisini, at teir fara ikki at samstarva fast við danskar flokkar. Í staðin skulu teir "gera tað, sum gevur mestu ávirkanina".

Hetta ber heldur ikki til.

Um ein føroyingur sat við avgerandi atkvøðuni, og fór at selja hesa atkvøðu á uppboðssølu til tann, sum bjóðaði mest, so hevði hann gjørt sær fyri skommum. Tað hevði skapt reint kaos, og hevði als ikki verið góðtikið.

Tann, sum velur lista C, veit hvat hann fær: Samstarv við umboðini úr Grønlandi og Føroyum, og samstarv við danska Javnaðarflokkin.

Tað merkir ikki, at treytir ikki verða settar. Tað hevur longu verið samskifti millum leiðslurnar í báðum flokkunum, og danski flokkurin veit, hvørji ynski og hvørji krøv vit hava.

Tey, sum standa fremst beint nú, eru makrelmálið, stjónarskipaninin og fíggjareftirlitið.

Sum valskeiðið gongur, verða málini sjálvsagt munandi fleiri. Men eitt Javnaðarumboð er trygdin fyri, at tað føroyska sjónarhorni altíð verður ført fram, har avgerðin verður tikin.