Ein stórur Sambandsflokkur gagnar Tjóðveldinum. Og øvut. Men polariseringin gagnar ikki landinum
Tað er næstan sum ein náttúrulóg: Tann, sum velir lista B, styggir fólk yvir til lista E. Og tann, sum velir lista E, styggir fólk yvir til lista B.
Tá Sambandið veksur, veksur Tjóðveldi eisini. Tá Tjóðveldi veksur, veksur sambandið eisini.
Í 2007 var úrslitið, at báðir flokkar sluppu á fólkating. Men har samstarva teir ikki um nakað, og teir draga ikki somu línu í nøkrum máli.
Er tað á hendan hátt, at vit fáa mest burturúr?
Tá fólk velja Sambandið - gagnar tað so nøkrum øðrum enn Tjóðveldinum?
Tá fólk velja Tjóðveldið - gagnar tað so nøkrum øðrum enn Sambandinum?
Ber ongan veg
Tá undirgrundin skuldi yvirtakast, segði Sambandið nei, tí danska stjórnin segði nei. Tjóðveldi segði loysing. Alt ella einki. Men tað var dialogurin, sum bar á mál.
Nú sjórnarskipanin skal fremjast sigur Sambandið nei, tí danska stjórnin sigur nei. Tjóðveldi sigur alt ella einki. Hvørgin kósin ber nakran veg.
Gagnar tað Føroyum, at mótpolarnir verða størri og størri?
Gagnar tað Føroyum, at mótpolarnir verða umboðaðir á fólkatingi?
Neyvan.
Men tað eru aðrir møguleikar. Kom upp úr skotrøvini. Vel dialogin og úrslitini.
Vel so tað munar.