Tíðindi16. marts 2021

- At flyta fangar til Danmarkar loysir ongan trupulleika!

Barbara Gaardlykke Apol heldur tað vera sera óheppið, at føroyskir varðhaldsfangar eftir øllum at døma verða sendir til Danmarkar, fyri at snúgva sær undan strongu ásetingunum um avbyrging í Føroyum.

Nýggj tøl vísa, at ein triðingur av øllum varðhaldsfonglslaðum í Føroyum verða settir í avbyrging – í 2017 enntá 69 prosent. Til samanberingar sita færri enn 1 prosent av teimum varðhaldsfongslaðu avbyrgdir í Danmark, har avbyrging verður mett sum eitt serstakliga álvarsamt inntriv.

Barbara Gaardlykke Apol setti danska løgmálaráðharranum ein fyrispurning um hagtølini, tá ið hon sat á Fólkatingi í fjør, og síðani er komið í lag, at hagtøl skulu almannakunngerast, umframt at fútin fyrbils hevur steðgað avbyrging í føroyska varðhaldinum.

- Tað merkir ikki, at trupulleikin nú er loystur. Í málum við fleiri persónum, er onkuntíð neyðugt at halda persónarnar sundurskildar, men hetta er ikki altíð gjørligt við teimum avmarkaðu fysisku kørmunum í Føroyum. Tí var eftir øllum at døma vanligari at taka tað ógvusliga stigið at avbyrgja varðhaldsfangarnar. Nú tað ikki longur ber til, verða teir bara sendir allan vegin til Danmarkar, sigur Barbara. 

- Tað kann ikki góðtakast, at mál ikki kunnu avgreiðast í Føroyum, uttan at fólk antin skulu í avbyrging ella sendast alla leiðina til Danmarkar, tí fysisku karmarnir her eru ov vánaligir, sigur Barbara Gaardlykke Apol, sum longu hevur heitt á Sjúrð Skaale at taka málið uppaftur við løgmálaráðharran.

Sí eisini hagtølini frá løgmálaráðnum niðanfyri
https://www.ft.dk/samling/20201/almdel/f%C3%A6u/bilag/16/index.htm