Seinastu tvær vikurnar hevur 15 ára gamla Anja Joensen úr Klaksvíkar Skúla verið í starvsvenjing hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi. Her kunnu tit síggja myndir og lesa hennara dagbók frá síni tíð á borgini
Dagur 1
Í dag var mín fyrsti dagur í starvsvenjing á fólkatinginum. Eg havi millum annað verið eina stutta rundvísing her á borgini, til eitt introskeið saman við øðrum praktikantum úr Danmark, og til ”introduktión til arbeiði á fólkatingi”. Tað var sera áhugavert, og eg lærdi nógv nýtt um arbeiði her á borgini.
Dagur 2
Í dag byrjaði dagurin við, at Joan setti mær nakrar spurningar, og greiddi mær eitt sindur frá um ”Socialdemokraterne”. Eg haldi tað var spennandi at hoyra um, og sera viðkomandi, tí aftaná vóru eg og Joan við til ein fund hjá Socialdemokraterne, har statsministeren Helle Thorning Schmidt eisini var við. Tað var sera spennandi og læruríkt at vera á fundinum, og eisini stuttligt at síggja hvussu politikkararnir í veruleikanum hava fund.
Dagur 3
Í dag havi eg gingið runt bæði inni og úti á borgini, og tikið myndir av øllum tí flotta og vakra, sum er at síggja. Tað var serliga tann flotta og stóra borgin, sum fangaði míni eygu, og eisini tann flotta listin og stóru málningarnir, sum er prýddir runt inni í borgini.
Dagur 4
Í dag byrjaði dagurin við, at Joan greiddi mær frá og spurdi meg eitt sindur um flokkin ”Venstre”.
Aftaná fóru vit í salinum at lurta eftir einum fundi um Grønland, viðvíkjandi teirra fíggjarstøðu.
Seinni á degnum fóru eg Joan ein túr inn á kontórið hjá Edmund Joensen, sum eisini umboðar Føroyar á fólkatinginum. Edmund hevur eisini sitið, sum løgmaður tá abbi mín, Ivan Johannesen, var landsstýrismaður.
Dagur 5
Í dag havi eg verið við Joan til ein fund við skrivararnar í føroyanevndini, grønlandsnevndini, vinnunevndini og arktiska arbeiðsbólkinum. Fundurin var hildin í einum høli í einum gomlum bygningi her á borgini, sum kallast ”Proviant huset”. Í sjálvum bygninginum er nógv sera flott list, sum Hans Christian Rylander hevur gjørt, og eg bleiv sjálv sera hugtikin av tí.
Dagur 6
Í dag havi eg leitað á netinum, og funnið fram til kontaktupplýsingar fyri arktiska arbeiðsbólkin.
Dagur 7
Í dag havi eg hjálpt til við eini kanning, sum snýr seg um, hvussu pensjónistar í Føroyum liva og hava tað fíggjarliga. Seinni um kvøldið fór eg saman við starvsfólkunum hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi at bowla og eta. Tað var eitt sera hugnaligt kvøld, og eisini ein góður endi viðvíkjandi mínar starvsvenjing.
Dagur 8
Í dag er mín síðsti dagur í starvsvenjing, og eg havi sitið og skriva tað síðsta til dagbókina. Eg haldi tað hevur verið sera áhugavert og læruríkt at verið her, og eg eri eisini blivin klókari inná nógv, sum eg ikki visti áðrenn. Eg haldi sjálv, at eg havi fingið eina betri fatan av, hvat danskur politikkur snýr seg um, og hvussu tað verður arbeitt við politikki reint praktist. Eisini havi eg fingið eina breiðari fatan, hvussu føroysku politikkarirnir arbeiða her á Christiansborg og hvørja ávirkan tað hevur, nú tá Føroyar eisini er ein partur í ríkisfelagsskapinum.