Sjúrður Skaale
Lesarabræv22. november 2011
Sjúrður Skaale

Almenni politikkur Føroya byggir á lyftisbrot, Edmund

Málið um blokkin verður lagt fram í morgin. Eg virði úrslitið - men eg skræði meg ikki sundur fyri at hjálpa samgonguni at fremja síni egnu lyftisbrot

Fyrst ein rætting: Tað er ikki rætt, at málið um blokkstuðulin hesaferð bara kemur fyri sum partur av donsku fíggjarlógini.

Lógaruppskot um blokkin til Føroya verður lagt fram mikudagin, og eftir 1. viðgerð 29. novembur kemur tað til viðgerðar í Føroyanevndini. Eg fari væntandi at kalla inn til fundar í hesi nevnd 1. desembur at viðgerða málið.

Uppskotið verður sjálvsagt sent til hoyringar í Føroyum, áðrenn tað verður endaliga avgreitt beint fyri jól.

At stórur áhugi er fyri málinum er ikki so løgið. Tað eru tvey mál, sum knýta verandi samgongu saman: Hægri blokkur og flatskattur. Men blokkurin kemur fyrst! Uttan meiri pening úr Danmark ber jú illa til at fremja flatskattin, sum kostar landskassanum umleið 300 milliónir. 

Fæst eingin avtala um hægri blokk, hevur samgongan ikki nógv at vera saman um.

 

Lyftisbrot sum almennur politikkur

Edmund Joensen heldur, at eg skal gera meira fyri at bjarga samgonguni. Hann heldur meg hava verið nakað lunkaðan í spurninginum um blokkin, og skrivar soleiðis í gjár:

"Tey, sum vænta, at tað er ein løtt uppgáva at fáa eina avtalu við donsku stjórnina um eina veruliga prístalsviðgerð av Ríkisveitingini, fara helst skeiv. Landsstýrið hevur boðað stjórnini frá ynski sínum um eina samráðing um málið, men hetta er neyvan nóg mikið.
Tí eru nú boð eftir Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni, sum hevur givið lyfti um at stuðla almenna politikki Føroya mótvegis donsku stjórnini."

Trupulleikin við hesum "almenna politikki Føroya" er, at hann byggir á lyftisbrot.

Bæði Fólka- Mið og Sjálvstýrisflokkurin lovaðu dagin fyri valið, at blokkurin IKKI skuldi tiðnast. Nú, eftir valið, vilja teir ikki bara hava hann tiðnaðan. Nei, nú skal tað vera við afturvirkandi kraft! Blokkurin skal altso hækka við nærum 200 milliónum.

Mín tvístøða er, at Javnaðarflokkurin ikki tekur undir við hesum. Tey flestu halda tað vera pínligt at bidda um pengar, sum vit sjálv hava sagt frá okkum.

Javnaðarflokkurin tekur slettis ikki undir við tí asosiala flatskatti, sum pengarnir skulu brúkast til.

Og Javnaðarflokkurin heldur yvirhøvur ikki, at mest høgravenda og reaktionera samgonga í Føroya søgu er verd at bjarga.

 

Virði semjuna

Hinvegin lovaði Javnaðarflokkurin, at vit skuldu umboða føroyska meirilutan og ikki draga partapolitikk niður á Christiansborg.

Trupulleikin er, at vit nú hava ein meiriluta, sum hevur brotið síni egnu lyfti til Føroya fólk.

Hesin meiriluti biður nú Javnaðarflokkin á fólkatingi um at halda síni lyfti - og soleiðis hjálpa meirilutanum at bróta síni lyfti.

So støðan er ikki so einføld. Og tí havi eg boðað frá, at eg ikki fari at skræða meg sundur fyri at fremja samgongunnar vilja í hesum máli.

Hinvegin: Hetta er eitt mál fyri landsstýrið, og ta avtalu, sum landsstýrið ger, virði eg. Tað er fyri meg ein spurningur um at virða sjálva okkara politisku skipan.