Tíðindi20. april 2012

Aksel avloysir Sjúrð í Fólkatinginum

Sjúrður Skaale hevur biðið um farloyvi úr Fólkatinginum frá í dag, 20. apríl, og komandi mánaðin inntil 20. mai. Tí hevur Aksel Johannesen, sum fekk næstflestar atkvøður til fólkatingsvalið, nú yvirtikið sessin. Hann fær seg royndan alt fyri eitt.

Sjúrður Skaale hevur biðið um farloyvi úr Fólkatinginum frá í dag, 20. apríl inntil 20. mai. Tí hevur Aksel Johannesen, sum fekk næstflestar atkvøður til fólkatingsvalið, nú yvirtikið sessin. Eins og Sjúrður Skaale fer eisini Aksel Johannesen at røkja fólkatingssessin fulla tíð, og hann hevur tí biðið um farloyvi úr Løgtinginum hesa tíðina. 

Aksel Johannesen fær seg av sonnum royndan í Fólkatinginum alt fyri eitt, tí í dag skal danska stjórnin tryggja sær mandat til at atkvøða blankt til sektaruppskotið í makrelmálinum, sum ES-kommisjónin hevur lagt fram. 

Tískil er umboðið hjá Javnaðarflokkinum í dag boðið við á fund í Evropanevndini í Fólkatinginum, har atkvøtt verður um, hvørt danski fiskivinnuráðharrin, Mette Gjerskov, skal fáa mandat til at kunna atkvøða blankt til uppskotið.