Sjúrður Skaale
Tíðindi25. januar 2019
Sjúrður Skaale

25 mió. til vitan um ríkisfelagsskapin – soleiðis skulu pengarnir brúkast

Forsætismálaráðharrin, løgmaður og landsstýrisformaðurin í Grønlandi hava gjørt avtalu um at fara undir eina røð av tiltøkum, sum m.a. fara at styrkja vitanina hjá dønum um Føroyar.

25 mió.kr. eru settar av til endamálið á donsku fíggjarlógini komandi fýra árini.

Pengarnir fara millum annað til dokumentarframleiðslu, ferðastudning til ferðir hjá donskum skúlaflokkum til Føroyar ella Grønlands, og til vinningar í sambandi við serritgerðskapping. Tað kemur fram í svari, sum Sjúrður Skaale hevur fingið frá danska Mentamálaráðnum, Undirvísingarmálaráðnum og í Granskingar- og útbúgvingarmálaráðnum.

Umframt hetta varð ein fólkaskúlaavtala gjørd í desembur, sum skal tryggja, at undirvísing um Føroyar og føroysk viðurskifti verður ein obligatoriskur partur av undirvísingini hjá donskum næmingum.

- Eg fegnist um hetta, tí Javnaðarflokkurin hevur arbeitt nógv við tí á Fólkatingi, sigur Sjúrður Skaale. Tað byrjaði við eini stórari kanning, sum vísti, at vitanin hjá dønum um Føroyar var avmarkað. Hetta fekk nógva umrøðu í miðlunum og síðani hevur flokkurin óteljandi ferðir á Fólkatingi eftirlýst, at danskir næmingar læra um Føroyar í skúlanum. Vit hava eisini víst á skeivleikar í tí undirvísingartilfari, sum var um Føroyar – og tað er blivið rættað.

- Hetta hevur alt skumpað undir tey stig, sum nú eru tikin. Allir partar ásanna, at skal ríkisfelagsskapurin fungera væl, er ein fortreyt, at vit vita nakað um hvønn annan.

Svarini frá danska MentamálaráðnumUndirvísingarmálaráðnum, og Granskingar- og útbúgvingarmálaráðnum.